Posta hevur tikið nýggj stig móti einum grønarum rakstri. Tað vísir fyrsta burðardygdarfrágreiðingin hjá felagnum.
Samlaða CO₂-útlátið hjá Posta lækkaði úr 597 tonsum í 2024 niður í 591 tons í 2025. Samstundis vaks lutfallið av varandi orku úr sjey upp í níggju prosent.
Ein týðandi partur av broytingini er bilflotin. Posta hevði í 2025 til samans 46 skrásett akfør, og 10 av teimum vóru elbilar. Felagið hevur sum mál stigvíst at skifta dieselakfør út við elbilar, tá umstøðurnar loyva tí.
Elbilar vinna fram
Oljunýtslan hjá dieselpersónbilum fall munandi úr 60.590 litrum í 2024 niður í 44.894 litrar í 2025.
Kortini staðfestir Posta, at elbilar framvegis ikki eru ein fullgóð loysn til allar rutur. Serliga longri og meira krevjandi koyringar kring landið seta framvegis krøv, sum diesel-akfør betur megna.
Tí stavar størsti parturin av útlátinum framvegis frá olju til akfør og bygningar. Í 2025 var útlátið frá hesum 477 tons CO₂.
Talgilding broytir postverkið
Frágreiðingin vísir eisini eina aðra týðiliga broyting. Posta flytir seg alsamt meira frá at vera eitt siðbundið postverk til at vera ein talgild flutningsveitari.
Í dag eru 14 pakkaboksir og 10 pakkastøðir kring landið. Samstundis ger Posta-appin tað møguligt at rinda gjøld, fylgja sendingum og avgreiða fleiri tænastur talgilt.
Burturkastnøgdin minkaði eisini úr 49,7 tonsum niður í 46,1 tons. Men bert 16 prosent vórðu endurvunnin, meðan 84 prosent fóru til brenningar.