Búskaparfrøðingur: Ójavnin í Føroyum er vaksin tey seinastu tvey áratíggjuni

Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur hartar tíðindafólk fyri, tá tað verður skrivað, at Føroyar eru millum mest javnbýttu lond í heiminum, tá tað kemur til inntøkur. – Norðurlond eru sum heild javnari enn flestu onnur lond, men seinastu tvey áratíggjuni er ójavnin vaksin, heldur búskaparfrøðingurin

Sigurjón Einarsson
10. juni 2022 kl. 12:26

Fyrr í vikuni kom Hagstovan út við grein, ið greiddi okkum frá, at inntøkubýtið í Føroyum er vorðið nakað javnari, tí gini-talið er minkað frá 22,0 í 2019 til 21,1 í 2020.

Gini-talið er talið, ið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, men hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100. Tað vil siga, at er gini-talið lægri, so er inntøkan í landinum javnari.

Men búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson heldur ikki, at gini-tølini vísa allan sannleikan, tá tað kemur til inntøkubýti.

– Í slíkum londum sum Føroyum, har eitt lið av kvotagreivum og alikongum fáa meginpartin av tilfeingisrentuni í sín part sum persónliga inntøku, verður munurin øgiliga stórur millum tey allar ríkastu og alla restina, skrivar Hermann Oskarsson í einum uppslagi á Facebook.

Búskaparfrøðingurin vísur á, at ójavnin veksur av fleiri orsakum, men alramest veksur ójavnin millum tey allar ríkastu og restina, tí at inntøkurnar hjá teimum ríkastu vaksa við heilt aðrari og skjótari ferð enn hjá restini - eisini í Føroyum.

– Fólk við mest vanligu miðal inntøkunum forvinna í dag minni part av samlaðu inntøkunum í landinum, enn tey gjørdu fyri fáum árum síðan. Ríkasta prosentið (og serstakliga ríkasta promillan) forvinnur nógv størri part av samlaðu inntøkunum. Munurin økist sostatt í hvørjum, sigur Hermann Oskarsson, ið lýsir munin við hesari myndini:

– Her eru øll árini, sum Hagstovan hevur mátað inntøkubýtið býtt í tvey – fyrru og seinnu seks árini av teimum tólv. Roknaði eru síðan mát fyri mittastu inntøkurnar í inntøkubýtinum, inntøkurnar hjá  ríkasta prosentinum, og seinast inntøkurnar hjá teimum ríkastu um leið fjøruti fólkunum í landinum.

– Úrslitið er, at seinna skeiðið eru mittastu inntøkurnar vaksnar ein slakan fimting, ella 19 prosent. Inntøkurnar hjá teimum í ríkasta prosentpartinum av inntøkubýtinum (uttan tey allar ríkastu uppítald) eru harafturímóti vaksnar stívliga ein triðjapart – 36 prosent. Men best hevur hilnast hjá teimum allar ríkastu, sum snøgt sagt hava fingið tvífalt so nógv í lumman seinna skeiðið, skrivar Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, í uppslagnum á Facebook.