Búskaparráðið: Pensjónsaldurin má hækka skjótari enn ætlað

Núverandi ætlan um at hækka pensjónsaldurin er ikki nokk til at broyta støðuna, sigur Búskaparráðið

Áki Bertholdsen
1. september 2023 kl. 10:03

Pensjónsaldurin má hækka. Tað er ein niðurstøða hjá Búskaparráðnum, nú tey hava lagt eina nýggja frágreiðing fram í morgun.

Í frágreiðingini leggja tey stóran dent á, at føroyski búskapurin er ikki haldførur. Ein trupulleiki er, at talið á pensjónistum veksur skjótari enn talið á fólki í arbeiðsførum, 

Tí er neyðugt at seta nýskipanir í verk nú og ein nýskipan, sum tað er neyðug at seta í verk fyri at bøta um haldførið, er at hækka pensjónsaldurin, tí tað veksur um inntøkurnar og minkar um útreiðslurnar hjá landskassanum.

Í 1988 vóru 6,5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, men í dag eru 4 fólk fyri hvønn pensjónist. Um 40 ár verða vit bara 2,3 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist.

Annars er ætlanin, at fimmtahvørt ár skal pensjónsaldurin hækka eitt hálvt ár og heldur tað fram, vera vit 2,9 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, so tað er ikki nokk til at broyta lutfallið ímillum talið á teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum og talið á pensjónistum.

Tá ið Føroyar yvirtóku almannamál, livdi vanligi føroyingurin í miðal 15 ár, tá hann var farin upp um pensjónsaldurin, men í dag liva føroyingar í miðal 19 ár sum pensjónistar. 

Fólkapensjónin er sostatt ein stórur partur av útreiðslunum til almannamál. 

Í ár eru tvær milliardir játtaðar til almannamál, og av teimum fer meiri enn ein triðingur, ella 700 milliónir, til fólkapensjón og til viðbót til ávísar pensjónistar. 

Fólkapensjónin fer at verða ein alsamt størri upphædd á fíggjarlógini, bæði tí at vit gerast alsamt nógv fleiri pensjónistar, men eisini tí vit í dag liva longri sum pensjónistar. 

– Eitt tiltak, ið kann verða við til at minka um framtíðar trýstið á fíggjarlógina, er at hækka pensjónsaldurin fyri at økja um arbeiðsútboðið, sigur Búskaparráðið.

– Hesi næstu árini, heilt til 2050, verða vit, 100 fleiri fólk yvir 80 – á hvørjum ári - og hetta fer at leggja stórt trýst á almennu útreiðslurnar, tí fólk, sum eru yvir 80, seta heilt onnur krøv til vælferðartænasturnar. 

Sambært eini meting hjá Landsbankanum fara eldraútreiðslurnar hjá landskassanum og kommununum at veksa 65 milliónir um árið hesi næstu 12 árini, ella 800 milliónir tilsamans fram til 2035. 

– Hetta merkir, at landskassin og kommunurnar fara at fáa stór hall um fá ár, og tí er stórur tørvur á at fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk sum setir mark fyri, hvussu nógv útreiðslurnar kunnu hækka um árið, sigur Búskaparráðið.