Bústaðir yvirtaka íbúðir sum kommunan kom í neyð av

Fólk, sum eru yvir 60 fáa fyrstarætt til nakrar av íbúðunum

Íbúðirnare liggja einastandandi væl fyri, heilt niðri í fjøruni
Áki Bertholdsen
26. mai 2023 kl. 09:20

Tað er nú greitt, at Bústaðir yvirteka íbúðarverkætlanina “Úti á land” í Fuglafirði. Hetta er ein íbúðarbygging, sum langt síðani skuldi verið liðug, men sum ongantíð varð veruleiki og nú var kommunan komin rættiliga í neyð av hesum.

Men nú hava bústaðir, felagið, sum skuldi gera íbúðirnar og Fuglafjarðar kommuna gjørt avtalu um at Bústaðir yvirtekur verkætlanina sum er at byggja 18 leiguíbúðir í Fuglafirði.

Samstundis er tað greitt, at fólk á bíðilistanum hjá Bústøðum, og sum eru yvir 60, fáa fyrstarætt til seks av teimum 18 íbúðunum.

– Vit eru sera fegin um, at semja er fingin um eina loysn, sum tryggjar at íbúðirnar verða bygdar sum ætlað, sigur Dávur Juul, borgarstjóri, á heimasíðuni hjá kommunun.

Hann sigur, at við hesi avtaluni er kommunan nú leys av fíggjarligu bindingunum, sum annars høvdu tyngt løgukarmin fleiri ár frameftir. 

Hann sigur, at skuldu tey hildið fram eftir upprunaligu avtaluni, skuldi kommunan gjørt íløgur fyri umleið 32 milliónirafturat til at gera lendisarbeiði liðugt, umframt til at gjalda restupphæddina fyri seks íbúðir og at gera byggibúgvið til hinar íbúðirnar.

Kommunan og felagið, Toftanes 2, sum skuldi gera íbúðirnar, eru eisini komin ásamt um eina fíggjarliga uppgerð, har kommunan skal rinda felagnum 900.000 krónur, og so er kommunan fullkomiliga leys av felagnum.

– Hetta gevur býráðnum møguleika at raðfesta aðrar, átrokandi íløgur, sigur Dávur Juul.