Býarbussurin í Klaksvík koyrir ikki í dag

Kavin gevur stórar avbjóðingar í Klaksvík, og tað hevur millum annað við sær, at býarbussurin ikki koyrir í dag

Sigurjón Einarsson
17. januar 2023 kl. 09:15

- Tað er ongin ivi um, at slíkir kavadagar, sum vóru undan jólum og aftur hetta vikuskiftið, geva stórar avbjóðingar. Borgarar verða ørkymlaðir, og tað er at skilja, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Borgarstjórin vísir á, at tað eru umleið 50 kilometrar av vegi, ið skulu gravast og saltast, so hvørt sum kavin fellur, og at vegadeildin er útgjørd til at kunna loysa uppgávuna, men starvsfólkahópurin megnar ikki meira enn eitt vist.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at í løtuni er kavaruddingin skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Næstir eru vegir, sum liggja parallelt upp at høvuðsvegnum, og teir vegir, har mestur kavi fellur. Síðan koma síðuvegir, smalir vegir, brattar brekkur og gonguteigar.

- Kortini má eg ásanna, at parturin hjá starvsfólkunum á Vegadeildini ikki liggur eftir. Tey gera veruliga eitt stórt arbeiði í sambandi við kavaruddingina, og tað eiga tey rós fyri, sigur Karl Johansen.

Eisini sigur borgarstjórin, at kavaruddingin verður javnan eftirmett og tillagað.

Í løtuni eru tað tríggjar maskinur, sum verða brúktar til kavaruddingina.