Bygg, bygg bygg

Vinstravongurin leggur eftir Fólkaflokkinum fyri at ynskja at byggja fleiri bústaðir; at vit bara ynskja, at ferð kemur á, so vit standa við 100 fleiri búðeindum til Almnannaverkið í 2016, og at Bústaðir og privat veruliga koma í gongd við at byggja, og byggja nokk.

Símun J. Hansen
7. desember 2022 kl. 11:04

Vinstravongurin leggur eftir Fólkaflokkinum fyri at ynskja at byggja fleiri bústaðir; at vit bara ynskja, at ferð kemur á, so vit standa við 100 fleiri búðeindum til Almnannaverkið í 2016, og at Bústaðir og privat veruliga koma í gongd við at byggja, og byggja nokk.

Er bústaðatrot ein uppgáva fyri landið?

Sosialistar droyma um eitt Utopia, har ið staturin eigur allar bústaðir, og so leiga vit øll frá statinum. Tað eri eg slett ikki samdur í. Sum útgangspunkt haldi eg at flestu føroyingar ynskja at seta føtur undir egið borð, og at eiga sín egna bústað.

Landið eigur at hjálpa teimum ið hava tørv á hjálp. Tað almenna eigur ikki at taka pengar frá heilt vanligum familjum fyri at lata til aðrar heilt vanligar familjur.

Nakað sum eg persónliga brenni fyri er, at um vit ynskja at hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp, so er tað ikki rætti háttur at tað almenna byggir, fyri síðani at loyva øllum at fáa atgongd til ein alment stuðlaðan bústað, sum tað er í dag. Tað kann ikki vera rætt, at læknin og advokaturin hava forrætt til ein almennan bústað, bara tí at hann skrivaði seg upp fyrr enn tann sperda familjan. Vit hjálpa ikki teimum sum hava stóran tørv - vit hjálpa teimum, ið vóru fyrst at skriva seg upp. Hví skal tað almenna byggja til tey sum eru nóg væl fyri til at klára seg sjálvi? Tað er sjálvsagt at vit ikki klára at hjálpa teimum í neyð, tá ið vit fyrst skulu hjálpa øllum teimum vælbjargaðu, sum standa frammanfyri á bíðilistanum. Til dømis kunnu atlit, so sum fagbólkar, einligar mammur, sjúk, og hvar fólk annars búgva í landinum, verið tikin við í viðgerðina av bíðilistunum. Hetta skal sjálvandi hugsast og arbeiðast væl ígjøgnum av serfrøðini á økinum.

Flestu ynskja at eiga, summi ynskja at leiga. Fólk eiga at kunna avgera sjálvi, hvat ið tey ynskja, og ikki verða tvingað til at leiga, bara tí tað passar til ideologiina hjá einum flokki.

Øll eiga at hava møguleikan at seta føtur undir egið borð.

Landið hevur søguliga stuðlað uppundir hetta við at lata ein rentustuðul, sum hevur tað endamál at lætta eitt sindur um bústaðakostnaðin. Eg haldi at vit øll kunnu sanna, at hesin stuðul hevur verið ein stórur lætti hjá nógvum ungum familjum, sum hevur gjørt tað møguligt hjá teimum at seta seg fyri eitt lán til ein bústað.

Ein annar háttur at gera tað lættari hjá familjum at seta búgv, er at gera tað lættari at spara upp til bústað.

Sum við øllum øðrum vørum, so er prísurin á bústøðum eitt úrslit av útboði og eftirspurningi.

Seinastu 10 árini eru bygdir yvir 1500 nýggir bústaðir í Føroyum, harav Bústaðir hevur bygt umleið 400.

Við øðrum orðum, marknaðurin hevur funnið útav at tørvur hevur verið á fleiri bústøðum, og tí er nógv bygt.  Um teir bygdu bústaðirnir eru bygdir ov dýrir, so gerast teir ov kostnaðarmiklir, og so blíva teir ikki seldir ella útleigaðir, og so standa teir tómir.

Danski bústaðamarknaðurin er ikki nøkur fyrimynd, ið vit skulu apa okkum eftir. Danska búskaparráðið hevur onki til yvurs fyri hesum.

”Det danske boligmarkedet er skævt og ineffektivt. De økonomiske vismænd foreslår derfor, at huslejereguleringen og en betydelig del af den indirekte offentlige støtte til boligforbruget afskaffes. Det vil medføre, at boligmarkedet bliver mere velfungerende og bl.a. vil køerne efter lejeboliger forsvinde.”

https://dors.dk/oevrige-publikationer/kronikker-artikler/skaeve-boligmarked

Tosað hevur verið í langa tíð um, at tað almenna klárar ikki at nøkta allan bústaðatørv. Tí er neyðugt at fáa brúkt nakað av tí peningi sum er í samfelagnum til hetta. Pensjónsfeløg, fakfelagsgrunnar, uppsparingar o.l. hjá føroyingum kann vera brúktur til at seta gongd á bygging. Til hetta noyðist ein leiga at verða rindað, sum svarar til íløguna, soleiðis at pensionistar ella íleggjarar fáa eitt rímiligt avkast av síni íløgu.

Vinstravongurin møsnar um at ongin skal fáa eitt avkast av síni íløgu, tí so verður tað ov dýrt. Úrslitið av sovorðnum politikki er jú bara at ongin fer at gera íløgu í bústaðir, og so verður trupulleikin slett ikki loystur. Við tí politikkinum kanst tú bara hjálpa nøkrum fáum nógv.

Samstarv við privatar íleggjarar ger at møguleiki er fyri at útvega eina nógv størri tal av bústøðum, og soleiðis veruliga vera við til at loysa bústaðatrupulleikan.
 

Vil man hjálpa nøkrum fáum, ella vil man hjálpa nógvum – Samstarv millum privat og alment hjálpir nógvum.

Vilja tit bara kjakast og keglast um ideologi, ella vilja tit verðuliga byggja, so til dømis einliga mamman við tveimum børnum, eisini skal hava møguliekan at búgva heitt og gott í einum heimi, hon er góð við? Kom í gongd við at byggja. Bygg íbúðir, lestraríbúðir í Runavík, Klaksvík, Tóshavn og aðrastaðini. Eldraíbúðir, familjuíbúðir, smár og stórar. Vit mugu loysa hesa bústaðarkreppu og gevast við at keglast. Bygg, bygg, bygg…NÚ!

Vel Símun J. Hansen hósdagin. Vel Fólkaflokkin.