Byrjar at líkjast við bátahylinum í Álakeri

Í gjár vórðu flotabrúgvar lagdar út í Álakeri, har eisini bátadrátturin er liðugur. Í nýggju bátahavnini í Álakeri verða pláss fyri 230 bátum

Sigurjón Einarsson
14. juni 2022 kl. 10:04

Nú byrjar at líkjast við nýggja bátahylinum í Álakeri. Í gjár vórðu flotabrúgvar lagdar út, og bátadrátturin til kappróðrarbátarnar er eisini liðugur.

Her eru nakrar myndir frá í gjár:

Økið á landi er víðkað við 2.000 fermetrum.

Brúgvar og bátabummar vera av sama slag, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð. Streymúttøk og vatn til bátar verða á øllum brúgvunum.

Tórshavnar Býráð setti í fíggjarætlanini fyri 2019 tvær milliónir av til at fyrireika bygging av bátahyli í Álakeri, tí tað hevur verið tørvur á fleiri bátaplássum í nógv ár.

Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2020, vóru tíggju milliónir settar av til bygging av smábátahavn í Álakeri. Í langtíðarætlanini fyri 2021 vóru harafturat settar 15 milliónir av til endamálið.

Tá farið varð undir ætlanina, stóðu um 170 á bíðilista. Í september í fjør vóru ikki færri enn 280 á listanum, so stórur hevur áhugin – ella rættari sagt - eftirspurningurin verið at fáa eitt bátapláss.

Nýggju bátahavnin í Álakeri skal rúma 230 bátum.