CD vil aftur í fólkatingið

Centrum demokratarnir sum hevði umboðan á fólkatingi frá 1973 til 2001, men niðurlegði seg sjálvan í 2008, vil nú aftur í fólkatingi

Ragnar Sjúrðarson
24. januar 2023 kl. 14:20

Endurstovnarin av Centrum Demokratunum (CD) eitur Peter Hjorth. Peter Hjorth hevur áður verið uppstillaður fyri flokkin hjá Klaus Riskær Pedersen í 2019, og fyri Tann Demokratisk Flokkin til kommunuvalið í Keypmannahavn í 2021.

CD er ein borgarligur miðflokkur, sum er villigur at gerast partur av núverandi donsku stjórnini.

Flokkurin ynskir at avmarka ávirkanina hjá flokkunum ytst á báðum veingjunum og kallar seg fyri ein “borgarligan flokk, uttan at vera ein ideologiskur flokkur” og leggur eftir at har frammhaldandi verður ein stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikki.

Áðrenn flokkurin kann stilla upp, skal flokkurin savna 20.000 undirskriftir.