Champions League: Liverpool kann hevna finalutapið

Fleiri spennandi dystir fyri framman í áttandapartsfinaluni. Millum annað møtast finaluliðini frá í ár, Liverpool og Real Madrid og so hittast eisini PSG og týska stórliðið Bayern München

Kenda steypið við teimum stóru oyrunum (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
7. november 2022 kl. 11:54

Bólkaspælið í Champions League er nú liðugt, og í februar komandi ár byrja dystirnir, har vinnandi liðið stendur eftir sum vinnari av kappingin, men tapandi liðini verða sligin út.

Og tað eru eisini nakrir spennandi dystir fyri framman. Vinnarin frá í ár, Real Madrid, skal møta hitt finaluliðið, Liverpool.

Eisini hittast PSG og týska stórliðið Bayern München, sum er ein endurtøka av Champions League-finaluni í 2020.

Dystirnir verða leiktir 14., 15., 21. og 22. februar 2023, meðan returdystirnir eru settir á skrá tann 7., 8., 14. og 15. mars.

Finalan verður leikt á Ataturk-leikvøllinum í Istanbul, sum øll Liverpool-viðhaldsfólk kenna so væl, tann 10. juni.

Dystirnir eru hesir:

RB Leipzig - Manchester City
Club Brugge - Benfica
Liverpool - Real Madrid
AC Milan - Tottenham
Eintracht Frankfurt - Napoli
Dortmund - Chelsea
Inter - FC Porto
PSG - Bayern München