ChatGBT hevur 100 milliónir brúkarar eftir einans tveir mánaðir

ChatGBT er ein sokallaður AI chatbottur, ið eftir stutta tíð er vorðin so væl umtóktur, at appin møguliga kann gerast skjótast vaksandi brúkaraappin nakrantíð

Ragnar Sjúrðarson
3. februar 2023 kl. 18:15

ChatGBT hevði umleið 590 milliónir vitjanir í januar mánað, harav vóru umleið 100 milliónir av teimum ymiskir brúkarar. Skjóta gongdin hjá appini kann samanberast við kendu appinar Tik Tok og Instagram, ið raktu 100 milliónir brúkarar eftir ávíkavíst níggju mánaðir og tveir ár.

ChatGBT kann millum annað nýtast til at framleiða tíðindaskriv, ritgerðir, yrkingar og arbeiðsumsóknir. Alt hetta verður gjørt ígjøgnum skrivaðar fyrispurningar hjá brúkaranum.

ChatGBT er ein AI chatbottur. Hetta merkir, at chatbotturin hevur tilgørt skil.

Í dag er tænastan ókeypis og tøk fyri øll, men fyritøkan handan CatGBT OpenAI hevur hósdagin kunngjørt, at hetta allarhelst fer at broytast, so at brúkarar frameftir skulu gjalda eitt mánaðarligt gjald fyri tænastuna.