Ongi úrslit

Christian Andreasen nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

Floksleiðslan í Fólkaflokkinum hevur verið samlað í kvøld, har fundur hevur verið fyri afturlatnum hurðum, nú nýggjur formaður skuldi finnast. Hvítur roykur er nú komin úr skorsteininum, og tað verður Christian Fríbjart Andreasen, ið nú skal leiða Fólkaflokkin fram á leið

Sigurjón Einarsson
18. mars 2022 kl. 21:50

Hóast landsfundur Fólkafloksins verður leygardagin, so er tað longu í kvøld, at tunga avgerðin í flokkinum skuldi takast, tá løgtingsfólk, landsstýrisfólk, og tvey umboð fyri hvørt økisfelag í Fólkaflokkinum skuldu gera av, hvør verður næsti formaður flokksins.

Fundurin var fyri afturlatnum hurðum, men nú er greitt, at valið er fallið á Christian Andreasen, sum skal leiða Fólkaflokkin fram á leið.

Sambært VP.fo, so fekk Christian Fríbjart Andreasen 15 atkvøður, meðan Beinir Johannesen fekk 12 atkvøður av teimum tilsamans 27 atkvøðunum.

Sum Dimmalætting skrivaði fyrr í vikuni, so stóð valið ímillum Beinir Johannesen og Christian Andreasen.

Les meira: Skulu helst velja ímillum Beinir og Christian

Christian Andreasen var av nógvum roknaður sum favorittur í dystinum um valdið, sum atkvøðugreiðslan á Dimma.fo eisini bar brá av.

Christian Andreasen, sum er millum virknastu løgfrøðingum í landinum, er tingbólkaformaður og tí “de facto” hevur verið næstformaður floksins skal nú, sum nýggjur formaður floksins, hjálpa flokkinum á føtur aftur, eftir at flokkurin mestsum hevur gingið í tveimum vengrum – tí liberala og konservativa vonginum, har tað nú verður stóra uppgávan hjá nýggja formanninum at byggja brýr millum liberala og konservativa vongin í flokkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

16 tímar síðan

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25