CoolCola avloysir Coca-Cola í Russlandi

Fleiri altjóða sodavatnsfyritøkur eru givnar at selja sínar vørur í Russlandi, men russar eru ikki ráðaleysir. Nýggj sodavatnsløg eru nú á russiska marknaðinum. Tey eita millum annað CoolCola, Fancy og Street

Kristian Waag Dam
19. mai 2022 kl. 14:44

Fleiri altjóða fyritøkur eru hildnar uppat at selja sínar vørur í Russlandi, orsakað av russisku innrásini í Ukraina, millum annað er alheimskenda sodavatnfyritøkan, Coca-Cola, givin at framleiða og selja sínar sodavatn í Russlandi. Tó er Coca-Cola sodavatn enn til taks í nøkrum fáum sølubúðum kring Russland, men har er prísurin farin upp við 200 prosentum.

Tískil hava russar funni uppá ráð. Russiska fyritøkan, Otjakovo, hevur kunngjørt eina spildurnýggja røð av alskyns sodavatnsløgum, sum skal nøkta sodavatnstørvin hjá russum framyvir. CoolCola, Fancy og Street, eru nýggj russisk sodavatnsløg, ið skulu avloysa alheimskendu sodavatnirnar Coca-Cola, Fanta og Sprite. CoolCola, Fancy og Street, eru sniðgjørdar soleiðis, at tær líkjast alheimkendu sodavatninum, sum ikki longur vera seldar í Russlandi.

Fyritøkan, Otjakovo, ið framleiðir CoolCola, Fancy og Street varð sett á stovn í 1978.