Coolio er deyður

Ikki er greitt, hvørjum kendi rapparin doyði av

Coolio á palli í Polandi. Mynd: EPA
Steinar Patursson
29. september 2022 kl. 09:39

Amerikanski rapparin, Coolio, sum gjørdist kendur fyri hittið Gangsta’s Paradise, er deyður, 59 ára gamal.

Sambært BBC hevur umboðsmaður hansara boðað frá, at Coolio varð funnin deyður á vesigólvinum hjá einum vinmanni hansara í Los Angeles.

Tað er ikki greitt, hvørjum Coolio doyði av, men umboðsmaðurin vil sambært miðlinum TMZ vera við, at sjúkrabilsmanningin hevði illgruna um, at tað møguliga var hjartasteðgur.

Coolio, hvørs veruliga navn var Artis Leon Ivey Jr. byrjaði at gera tónleik í 80’num, men tað var ikki fyrr enn hann innspældi Gangsta’s Paradise í 1995, at hann gjørdist víðagitin. Gangsta’s Paradise varð eisini brúktur til filmin Dangerous Minds við Michelle Pfeiffer frá 1995.