Country & Bluesfestivalurin er skotin ígongd

Sjálvt um Sørvágs Country & Bluesfestivalurin fór av bakkastokki í gjár, við tiltøkum til tey smáu, so byrjarar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara í dag. Høvuðsnøvnini til ársins festival eru Heather Myles og Bellamy Brothers

Kristian Waag Dam
10. juni 2022 kl. 10:02

Sjálvt um Sørvágs Country & Bluesfestivalurin fór av bakkastokki í gjár, við tiltøkum til tey smáu, so byrjarar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara í dag. Høvuðsnøvnini til ársins festival eru Heather Myles og Bellamy Brothers.

Heather Myles er sera vælumtókt í Føroyum. Serliga í nítiárunum, var hon nógv at hoyra her á klettunum. Heather Myles fer á Dungapallin klokkan tíggju í kvøld á.  

Í morgin er fer hitt høvuðsnavni, Bellamy Brothers, á pallin. Bellamy brøðurnir, sum koma við fullum bólki gleða seg sum vera mann, sera nógv at koma aftur til Føroyar, sum teir veruliga hava tikið til sín. Teir spæla á Dungapallinum í annaðkvøld klokkan tíggju.

Í tíðindaskrivið skrivar Country & Bluesfestivalurin, at festivalurin fullur av góðum føroyskum nøvnum, sum øll eru spent at sleppa at spæla tónleik til festivalar aftur. Á ársins Country- & Bluesfestivali vera tað Hallur Joensen, Signar í Homrum, Tinganest, Magni Christiansen, Ólavur á Váli, Herborg Torkilsdóttir, Kóboykex, Hans Jacob & Vinmenn, FourMehn og Sommerson Band, sum øll á sín serstaka hátt fara framføra við góðum og frískum countrytónleiki.