Covid-19 koppingarevni er 90 prosent effektivt

Pfizer sigur, at teirra Covid-19 koppingarevni – á royndarstigi – er meira enn 90 prosent effektivt, sambært kanningarúrslitum, sum felagið hevur almannakunngjørt í dag

Sigurjón Einarsson
9. november 2020 kl. 15:25

Nú ber til at síggja ljósið fyri endanum av tunlinum, tá tað kemur til at fáa bilbukt við koronafarsóttini, skulu vit trúgva heilivágsídnaðarfelagnum, Pfizer.

Felagið hevur í dag almannakunngjørt eina innanhýsis kanning, har 43.538 sjálvboðin fólk hava tikið lut.

Hvørt av teimum sjálvbodnu fólkunum fingu tvær innsproytingar í leypi av 21 døgum, har kanningar samanbóru talið av fólkum, ið vórðu testaði positiv við koronu millum tey, sum høvdu fingið koppingarevnið og tey, ið ikki høvdu fingið koppingarevnið.  

Í tíðindaskrivi frá Pfizer og samstarvsfelagnum, BioNTech, verður sagt, at úrslit frá 94 tilburðum av Covid-19 hjá teimum sjálvbodnu vístu, at koppingarevnið er meira enn 90 prosent effektivt mótvegis koronu.   

Hetta er fyrsta Covid-19 koppingarevni, ið hevur víst á eitt so gott úrslit.

Koppingarevnið kemur ikki á marknaðin her og nú

Amerikanskir heilsumyndugleikar siga, at tað skulu ganga upp til tveir mánaðir við uppfylgjandi hagtølum frá minst helvtini av teimum sjálvbodnu, áðrenn vit kunnu koma hartil, at koppingarevnið kemur á marknaðin.

Kanningar halda nú áfram, so fáast kann fram neyðugu hagtølini fyri, at koppingarevnið kann blíva góðkent. Tað vil siga, at Pfizer heldur fram við kanningunum inntil 164 tilburðir eru skrásettir millum tey sjálvbodnu. Tá verður kannað, hvussu effektivt koppingarevnið hevur verið. Kravið frá amerikansku heilsumyndugleikunum er, at eitt koppingarevni skal hava ein effektivitet á minst 50 prosent.

Áður hevur Russland boða frá, at tey hava framleitt eitt koppingarevni, ið virkar móti koronu. Enn er tað ikki nakað vesturlendskt land, ið hevur gjørt avtalu við Russland um at keypa hetta koppingarevnið, tí neyðug skjalprógv ikki eru fingin til vega, ið vísa á, at koppingarevnið virkar.