Ongi úrslit

Dagføringar á reinisverkinum í Nes kommunu byrjaðar

Í 2022 samtykti Nes kommuna um at betra um vatngóðskuna, og í januar í ár samtykti bygdaráðið í at taka av tilboði frá Mest uppá at dagføra reinsiverkið, sum nú eru byrjaðar

Sigurjón Einarsson
24. mars 2023 kl. 08:38

Arbeiðið at dagføra reinsiverkisskipanina í Nes kommunu er nú farið í gongd.

Endamálið er fyrst og fremst at fáa litin úr drekkivatninum.

Tað skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

Hesa vikuna varð farið undir at seta upp nýggj UV-filtur við tilhoyrandi nýggjum kontrolskápum.

Komandi dagarnar verður so sett upp ein royndarskipan, sum skal staðfesta, um til ber at fáa litin burtur við at nýta kolfiltur.

Í næstum verður eisini sett upp eitt “aggrigat” í nýggja skúrin, sum arbeiðsmenninir hjá kommununi eru í ferð við at gera uppat reinsiverkinum.

Nes kommuna fær drekkivatn úr Kornvatni, Handara Hamravatni, Heimara Hamravatni og partvís úr Toftavatni, tá ið turkur er.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14