Dagsins maður: - Nøgdur hóast alt

Odmar Færø fekk sínar fyrstu minuttir í hesi Nations League kappingini í kvøld, og hann takkaði fyri við at skora føroyska málið

Dan Lamhauge
10. oktober 2020 kl. 19:38

- Hetta var ein tungur dystur at spæla. Men, eg haldi, at verjan stóð væl, og vit stóðu ímóti tí mesta.

Odmar dylir ikki fyri, at hann brennur fyri at spæla á landsliðnum.

- Eg fekk ikki minuttir í tveimum teimum fyrstu dystunum, og tað var skuffandi. Eg fekk ein hálvan tíma móti Danmark, og eg vónaði, at venjarin fór at geva mær álit.

At venjarin, Håkan Ericson gav Odmari møguleikan, man venjarin fegnast um í kvøld, tí Odmar spældi sum ein brandur í kuldanum á Tórsvølli. Í verjustøðu vann hann mest sum alt, hann var tryggur á bóltinum, og so skoraði hann føroyska málið, tá Jóannes Bjartalíð legði eitt horna inn í pannuna á Odmari.

At Odmar hevur ein framúr hugburð og vilja, sást, tá hann kom inn í álopið at spæla seinastu minuttirnar, eftir at hann var farin skaddur av vøllinum. Spurdur hvussu álvarsligur skaðin var, hevur Odmar hug at smílast.

-Nei, hetta er ongin skaði. Vit hava vant nýggjar verjustøður, og tað krevur øgiliga orku. Tá ein løta var eftir fekk eg krampa, og mátti út. Tað var ikki meira enn tað.

Tað er heldur ongin ivi um, at Odmar er til reiðar aftur týskvøldið, tá Andorra kemur á vitjan.

- Hetta sær framvegis gott út hjá okkum. Vit hava sjey stig fyri tríggjar dystir, og týskvøldið skulu vit vinna heimadystin móti Andorra. Teir, altso hinir føroyingarnir, spældu ein sera góðan dyst niðri í Andorra.

Tá var Odmar ikki við.

Týskvøldið er ongin ivi um, at Odmar byrjar inni fyri Føroyar.