Dan Brimsvík: Hetta er okkara møguleiki

Venjarin hjá B36, Dan Brimsvík hevur góðar vónir undan seinnu hálvfinaluni móti Víkingi. Ein dystur, sum B36 má og skal vinna, um teir skulu røkka finaluplássinum

Sigurjón Einarsson
28. november 2021 kl. 08:49

Seinna hálvfinalan millum B36 og Víking er - eins og dysturin millum NSÍ og HB - útsettur til mánakvøldið klokkan 18 vegna frost í veðrinum - hóast hiti er undir Tórsvølli. Men sum skilst á lagnum, so er tað sera dýrt at hita vøllin upp, umframt at tað tekur umleið tríggjar dagar at hita vøllin, og tí er dysturin útsettur til mánakvøldið, tá tað væntandi ikki verður eins kalt sum seinastu tveir dagarnar.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum hevur havt samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík, so hana kunnu fólk lesa her fyri at stytta sær stundir, meðan bíðað verður til mánakvøldið, tá dysturin á Tórsvølli væntandi verður spældur - ein dystur, sum B36 má vinna skulu teir hvítu úr Havn røkka finaluni og evropeiskum fótbólti komandi ár.

– Vit spæla á heimavølli, frammanfyri okkara egnu áskoðarum, og vit trúgva upp á, at vit kunnu vinna. Tað er heilt avgjørt tað, ið vit fara eftir. So vónirnar undan seinnu hálvfinaluni eru góðar, sigur høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík, við heimasíðuna hjá FSF.

Mánadagin klokkan 18 bresta B36 og Víkingur saman í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra dystin vunnu teir ljósabláu 1-0, og tað er tískil eitt krav til árstalsfelagið, at teir skulu og mugu vinna seinna dystin, um teimum skal eydnast at standa í finaluni tann 4. desember.

Fyri B36, eins og fleiri onnur feløg, er tað eitt mál, at felagið skal spæla evropeiskan fótbólt á hvørjum ári. Tað kom tí illa við, at árstalsfelagið endaði nummar fimm í landskappingini, tvey stig aftanfyri NSÍ.

– Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri felagið, at vit spæla okkum í steypafinaluna. Hetta er størsti dystur á árinum, og ein dystur, sum allir spælarar og venjarar ynskja at vera partur av. Hetta er eisini okkara møguleiki at røkka evropeiska plássinum, sigur Dan Brimsvík.

Síðan 1955 hevur B36 vunnið steypakappingina hjá monnum seks ferðir. Seinast var í minniligu finaluni í 2018, tá B36, sum seinastu løtuna spældi níggju móti 11, eftir umdyst og brotssparkskapping, vann samanlagt 7-6 á grannunum úr HB.

Í hinari hálvfinaluni hittast NSÍ og HB. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2, og hava runavíkingar tískil eitt betri útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Runavík mánadagin klokkan 18.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygadagin 4. desember klokkan 16.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo