Donsk kvinna hevur vunnið vakurleikakappingina Miss Universe

Hetta er fyrstu ferð, at ein dani vinnur kappingina

Ragnar Sjúrðarson
17. november 2024 kl. 12:38

Danska Victoria Kjær Theilvig er Miss Universe 2024.

Tað gjørdist greitt eftir at vakurleikakappingin í nátt varð avgjørd í meksikanska høvuðsstaðnum, Mexico City.

Hetta er fyrstu ferð, at ein dani vinnur altjóða vakurleikakappingina. Fleiri miðlar høvdu undan kappingina útnevnt 21-ára danan til ein av favorittunum.

Hetta var fyri 73. ferð, at kappingin, ið fyriskipararnir rópa “hin størsti kvinnufagnaðurin”, varð hildin.

Tilsamans 130 kvinnur hava luttikið í kappingini í ár.

Victoria Kjær Theilvig hevur við sínum ljósa hári og bláu eygum áður vakt ans í vakurleikakappingum. Millum annað hevur hon bæði vunnið Miss Danmark og Miss Grand Denmark og hon var millum 20 tær bestu í Miss Grand International.

Miss Universe er ein av fleiri altjóða vakurleikakappingum. Ein onnur er Miss World, sum byrjaði í 1951. Miss Universe bleiv fyrstu ferð hildið í 1952.