Dánial og Annika í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2022

Trettan norðurlendskar barna- og ungdómsbøkur eru í uppskoti til Barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022. Bókin "Abbi og eg og abbi, ið Dánial Hoydal skrivaði og Annika Øyrabø myndprýddi, er ein teirra

Tíðindaskriv
30. mars 2022 kl. 14:17

Bókin, sum varð givin út á sumri í fjør, snýr seg um at hava ein abba, sum broytist og er farin at gloyma. Dánial Hoydal skrivaði, og Annika Øyrabø myndprýddi.

Brot úr bókini
"Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?"

Í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum stendur skrivað soleiðis:
"Í hesi myndabók, sum um somu tíð er stuttlig og sorgblíð, fær lesarin innlit í serliga og tætta sambandið, sum ein lítil drongur hevur við abba sín. Við dreinginum sum frásøgufólk kemur lesarin við abbanum og dreinginum, tá teir fara at geva dunnunum breyð, tá abbin sigur frá søgu, og tá drongurin svevur hjá abbanum. Tá søgan er komin í helvt, koma ábendingar um, at okkurt er øðrvísi, og tað vísir seg, at minnið hjá abbanum er farið at svíkja. Mamma dreingin verður eitt millumlið og ein vegleiðari hjá lítla dreinginum, og ímóti endanum á søguni er tað nú drongurin, sum hjálpir abbanum og ikki umvent.

Demens er eitt gjøgnumgangandi tema í bókini, og við hesum skrivar hon seg inn í eitt rák, ið hevur tikið seg fram tey seinastu árini innan norðurlendskar barna- og ungdómsbókmentir. Hetta at viðgera og miðla eitt tungt evni, sum mong ikki halda vera hóskandi fyri børn, krevur, at ein eisini dugir at gera søguna heita og sniðfundiga. Dánial Hoydal og Annika Øyrabø meistra júst hesa javnvág millum ljós og myrkur. Tekstur og mynd renna saman í eina eind við stuttligum orðaspæli og rími, og hugnaliga huglagið heima hjá abbanum stendur eftir sum ein mótsetningur av teirri løtu, tá eingin av teimum báðum halda útferðina til dunnuhylin vera so gleðiliga longur. Í endanum av bókini standa vit aftur við dunnuhylin, men hesa ferð skapar symbolska sólsetrið saman við endurfunnu gleðini hjá abbanum eitt heitt ljós yvir ta vónleysu støðuna.

Pappírsklippini sermerkja Anniku sum myndprýðara. Á sama hátt sum í pappírsklippunum hjá Williami Heinesen gerast klettar og steinar livandi, og føroysku sagnirnar koma til sjóndar. Harumframt eru nógvir lítlir smálutir, eitt nú ein sokkur á tí eina seingjarbeininum og ein ketta á gardinustongini, og hetta minnir ikki sørt um svenska høvundin og myndprýðaran Sven Nordqvist. Myndirnar megna at vera eitt framhald av tekstinum og soleiðis at varpa ljós á svikaliga minnið hjá abbanum, tá lesarin til dømis sær eitt køliskáp, sum er fylt við lutum, ið ikki eiga at vera har. Í slíkum brotum renna humor og melankoli saman, og spæla saman á kenslustreingjunum hjá bæði tí vaksna og barninum".

Dánial Hoydal er føroyskur rithøvundur og týðari. Hann er útbúgvin fil.mag. í retorikki og kunningarfrøði og arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevi í samskifti og marknaðarføring.

Dánial Hoydal gav út sína fyrstu bók, Í geyma, í 2002. Hanni Bjartalíð myndprýddi. Hann hevur síðani hetta skrivað leikrit til føroyskar operair og sangleikir, og so hevur hann eisini týtt fleiri sangleikir til føroyskt.

Annika Øyrabø er føroyskur/danskur sniðgevi og myndprýðari. Hon er útbúgvin á Danmarks designskole 2000-2007 og á Hochschule für Angewandte Wissenschaften í Hamburg. Síðani 2013 hevur hon útgivið eina rúgvu av donskum og týskum ítrivsbókum.

Fyrsta útgávan hjá henni sum myndprýðari var í 2014 við hollendsku myndabókini Pas op voor wilde Wesley, sum Elle van Lieshout og Erik van Os hava skrivað.

Aftrat Abbi og eg og abbi (2021) hevur hon myndprýtt myndabókina Langa Lina Langomma (2021), sum høvundurin Aðalbjørg J. Linklett hevur skrivað, og sum eisini viðger aldurdóm.

Bókin er innbundin og 28 blaðsíður.