Danin á luksemborgska landsliðnum hevur stórar dreymar

- Vit vilja gjarna upp í Nations League B, har vit kunnu fáa enn feitari dystir, men fyri Luksemborg er tað bara feitt at kunna spæla hesar dystirnar, har man kann vinna sær atgongd til EM, sigur 21 ára gamli Mathias Olesen í samrøðu við danska tíðindamiðilin, TV2

Mathias Olesen í dysti . Mynd: Twitter hjá Luksemborg
Kristian Waag Dam
13. juni 2022 kl. 18:40

- Vit vilja gjarna upp í Nations League B, har vit kunnu fáa enn feitari dystir, men fyri Luksemborg er tað bara feitt at kunna spæla hesar dystirnar, har man kann vinna sær atgongd til EM, soleiðis sigur 21 ára gamli Mathias Olesen, ið spælir við Luksemborg, í samrøðu við danska tíðindamiðilin, TV2.

Hyggur tú gjølla eftir nøvnunum, ið eru í hópinum hjá Luksemborg, so er tað serliga eitt, sum brýtur burturúr: Mathias Olesen. Tað er ikki uttan orsøk, at hetta danskt-líknandi navnið vekir ans, tí Mathias Olesen hevur bæði donsk foreldur og danskan ríkisborgaraskap. Hóast hetta, so hevur Mathias Olesen spælt í øllum ungdómsrekkinum á landsliðnum og leikar hann nú fyri A-landsliðið.

Tá Mathias Olesen var seks ára gamal, flutti hann og familjan til lítla stórhertogadømi Luksemborg. Satt at siga, so skuldi familjan bert búgva har í trý ár, men mongum brestur ætlan, verður sagt. Tí ístaðin gingu tað 12 ár, áðrenn Mathias Olesen veittraði foreldrum sínum, sum enn búgva í Luksemborg, farvæl í 2019, og flutti til Köln í Týsklandi fyri at spæla við týska felagnum 1. FC Köln, har millum annað Lukas Podolski fekk sína fótbóltsuppaling.

Hóast Mathias Olesen er høgt í metum hjá luksemborgarum, so hevur hann ikki enn megna bitið seg fastan á besta liðið hjá FC Köln, tó hann er vorðin innskiftur í trimum dystum hetta kappingarárið - millum annað móti týska stórfelagnum, Borussia Dortmund. Til ber at leggja afturat, at hann ongantíð enn hevur tapt ein dyst, tá hann hevur leikt fyri besta liðið hjá FC Köln.

Ungi leikarin kann røkja fleiri pláss á vøllinum, bæði á miðjuni og í verjuni. Seinastu dystirnar hevur hann leikt í miðverjuni á luksemborgska landsliðnum, tó at hann áður hevur verið at sæð á miðvøllinum. Mathias Olesen, ið spældi sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið hjá Luksemborg í november í fjør, hevur sæð fram til at spæla í einum nýggjum bólki.

- Tað er feitt. Vit eru fluttir upp frá bólki D til bólk C, ið gevur feitari dystir. Fyrst ímóti Litava og Føroyum, og so tann heilt stóri ímóti Turkalandi.

Soleiðis sigur Mathias Olsen í samrøðu við danska TV2.

Higartil hava úrslitini hjá Luksemborg verið góð, hóast Luksemborg tapti tann sokallaða stóra dystin ímóti Turkalandi.

Fyri góðari viku síðan, tá Føroyar og Luksemborg brustu saman á Tórsvølli, var Mathias Olesen á vøllinum í 90 minuttir, áðrenn hann at enda varð skiftur út heilt í endanum av dystinum.

Tað er heldur ikki óhugsandi, at hann verður at síggja aftur á vøllinum týskvøldið, tá Føroyar og Luksemborg leika tann seinna dystin sínámillum í hesum umfarinum.

Leys Størv