Danir eru øgiligir

Eftir stórsigur í hálvfinaluni ímóti Portugal, verður Danmark sunnudagin stórur favorittur í HM finaluni ímóti Kroatia

Jonhard Hammer
31. januar 2025 kl. 21:40

Nú er tað greitt, at tað vera Kroatia og Danmark, sum klokkan 17 sunnudagin fara at spæla HM finaluna í manshondbólti.

Í gjárkvøldið vann Kroatia á heimavøllinum í Zagreb seg í finlauna við sigri ímóti Fraklandi í ógvuliga spennandi uppgerð.

Í kvøld var tað ikki so spennandi, tá ið Danmark og Portugal hittust í Oslo. Fram ímóti steðginum minkaði Portugal um munin, so hann eftir fyrra hálvleik var 20-16, men eftir steðgin var einki at rafla um. Danski málverjin Emil Nielsen stongdi málið, verjan var sum bergið, og Gidsel, Lauge, Pytlick og hinir vóru framúr í álopsspælinum. Úrslitið var 40-27. Tað er óhoyrt stórur sigur í so týdningarmiklum dysti.

Danmark hevur vunnið tríggjar tær seinastu HM finalurnar, og klokkan 17 sunnudagin verður møguleiki í Unity Arena í Bærum í Oslo at vinna fjórðu finaluna.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt í fyrra hálvleiki, tá hann økti til 5-2.

Klokkan 14 sunnudagin fara Frakland og Portugal at spæla um bronsukrónurnar. Portugal hevur ongantíð vunnið heiðursmerki í nøkrum stórum endaspæli í hondbólti.