Danir fáa bert hálvar sendingar av AstraZeneca-koppsetingini fyrstu tíðina

Fyritøkan hevur trupulleikar við framleiðsluni. Seinni í vikuni vita vit meira, um hvussu hetta ávirkar koppsetingarætlanina í Føroyum

Ari av Rana
25. januar 2021 kl. 12:08

AstraZeneca koppsetingin verður væntandi góðkend fríggjadagin, men longu nú hevur fyritøkan trupulleikar við framleiðsluni.

Avleiðingin er at danir fáa bert helvtina av tí koppsetingini, sum avtalað varð, at teir skuldu fáa fyrstu tíðina. Danir hava gjørt avtalu um 3,9 milliónir skamtar frá AstraZeneca, sum er nokk at koppseta 1,9 milliónir fólk.

AstraZeneca upplýsir fyri Danmarks Radio, at orsøkin til smærri sendingarnar er, at fabrikkirnar, sum skulu framleiða til Evropa, framleiða minni enn væntað.

Danska Lægemiddelstyrelsen ger tó vart við, at tað er einki sum bendir á, at Danmark fer at fáa minni av koppsetingini hjá AstraZeneca. Men tað kann ávirka koppsetingarætlanina.

Eftir ætlan skulu allir danir, sum ynskja at koppsetast, verða koppsettir 27. juni. Sambært stjóranum í Lægemiddelstyrelsen, Thomas Senderovitz, er enn ov tíðliga at siga nakað um, um hendan broytingin í sendingini hjá AstraZeneca fer at flyta tað dagfestingina.

Landsapotekarin fær meira at vita seinni í vikuni

Enn vita vit heldur ikki hvussu hetta fer at ávirka koppsetingina í Føroyum. Hjalti Gunnarstein, landsapotekari sigur, at eftir ætlan skuldi ein stórur partur av koppsetingini í Danmark og Føroyum fyri februar, gerast við koppsetingarevninum hjá AstraZeneca.

Nú hetta møguliga verður í stóran mun minkað, kann tað merkja, at antin verða færri koppsett ella verður neyðugt at keypa aðra koppseting.

Skuldi tað hent seg at man fer at keypa aðra koppseting, merkir tað at tað verður dýrari at koppseta føroyingar enn væntað, tí at í løtuni er AstraZeneca væl bíligari enn hinar báðar koppsetingarnar, sum eru góðkendar, nevnliga Pfizer/BioNTech og Moderna.

Hjalti Gunnarstein nevnir eisini, at um nú vit gjarna vildu koppsett við aðrari koppseting enn AstraZeneca, so er ikki vist at tað er gjørligt, tí at bæði Pfizer/BioNTech og Moderna hava trupulleikar við at nøkta eftirspurningin av koppseting.