Danir ímóti norðmonnum

Tað danska landsliðið skal spæla finaludyst ímóti Noreg sunnudagin. Tað varð avgjørt, tá ið Noreg vann ímóti Fraklandi 28-20, og Danmark vann sín dyst ímóti Montenegro 27-23

Høgni Jógvansson
19. november 2022 kl. 14:23

Við einum 27-23 sigri ímóti Montenegro í hálvfinaluni, hevur danska hondbóltslandsliðið hjá kvinnunum tryggjað sær finalupláss í EM fyri fyrstu ferð í 18 ár. Seinast, tá ið danska hondbóltslandsliðið hjá kvinnunum spældi finalu, vóru umleið 20% av núlivandi danskarum ikki føddir. Tað verður lagt upp til eina spennandi finalu, kanska serliga tí at seinast Danmark spældi EM-finaluna var í 2004 ímóti sama mótstøðuliði. Ta finaluna vunnu norðmenn 27-25.  

Tað danska hondbóltslandsliðið hjá kvinnunum hava verið í trimum hálvfinalum síðan 2016, men hava ikki havt eydnuna við sær og fingið finalupláss. Men fjórðu ferð eydnaðist tað endiliga. Í fjør fingu tær bronsumedalju í HM-kappingini.  

EM-finalan, ið verður millum Danmark og Noreg, verður spæld sunnudagin klokkan 19:30. Dysturin kann stroymast á heimasíðuni hjá DR, dr.dk.