Danmark er einasta norðurland í fjórðingsfinaluni

Í kvøld varð tað greitt, at Ísland ikki fer at halda fram í kappingini

Tað er stórur fagnaður í Brasil, nú tað fyri fyrstu ferð er eydnast at vinna pláss í fjórðingsfinaluni
Jonhard Hammer
26. januar 2025 kl. 22:10

Danmark er einasta norðurland, sum fer at spæla fjórðingsfinalu í HM kappingini í hondbólti fyri menn, sum er í Norra, Danmark og Kroatia.

Í gjárkvøldið varð tað greitt, at leikluturin hjá Norra og Svøríki er av, og í kvøld varð tað greitt, at Ísland ikki fer at halda fram.

Ísland vann í dag 34-21 ímóti Kap Verde, og Ísland endaði saman við Kroatia og Egyptalandi við átta stigum. Men innanhýsis úrslitini ímóti Kroatia og Egyptalandi vóru ikki nóg góð. Ísland tapti 32-26 ímóti Kroatia, og tað var ov stórt tap fyri íslendingar.

Í kvøld var vónin hjá íslendingum, at tað fór at eydnast Slovenia at vinna stig frá Kroatia. Tað eydnaðist ikki, tí Kroatia vann 29-26. Fyrstu løtuna sá tað gott út hjá íslendingum, tá ið Slovenia var frammanfyri 5-0 og 8-4.

Hálvleiksstøðan var 15-15, og miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Kroatia seg á odda.

Egyptaland vann 31-24 ímóti Kap Verde.

Í Norra og Svøríki er vónbrotið stórt um, at tað ikki eydnaðist at vinna víðari luttøku. Í kvøld var grannauppgerð, sum Norra vann 29-24.

Tvær fjórðingsfinalur vera týsdagin og tvær mikudagin. Í hálvfinaluni hittast vinnararnir av fjórðingsfinalunum týsdagin og vinnararnir av fjórðingsfinalunum mikudagin.

 

 

Týsdagin 28. januar kl. 17.00

Kroatia – Ungarn

Týsdagin 28. januar kl. 20

Frakland – Egyptaland

Mikudagin 29. januar kl. 16.30

Danmark – Brasil

Mikudagin 29. januar kl. 19.30

Portugal – Týskland