Danmark letur Ukraina vápnaskipan

Um øll onnur lond høvdu latið eins nógv sum Danmark, so hevði Ukraina havt betri møguleikar, sigur Lars Løkke Rasmussen

Ragnar Sjúrðarson
19. januar 2023 kl. 16:15

Um alt gongur eftir ætlan fær Danmark innan eitt hálvt ár 19 skotvápn frá einum fronskum framleiðara. Øll verða tey latin Ukraina.

Danska verjan bílegði upprunaliga vápnini til sín sjálvs, og hevur bíðað í áravís eftir at fáa fatur á teimum.

Tað sigur verjumálaráðharrin, Jakob Ellemann-Jensen, eftir ein fund við uttanríkinspolittisku nevndina.

Ein samd nevnd stuðlar avgerðini, at lata vápnaskipanina, sum Ukraina hevur søkt um.

-    Tað er júst tað, sum Ukraina hevur spurt okkum um, og tí ganga vit teimum á møti nú, sigur Jakob Ellemann-Jensen.

Stjórnin hevur valt at lata allar 19 fransktframleiddu Caesar-kanónirnar, sum kunnu samanlíknast við eina langtberandi kanón.

Sambært uttanríkismálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, hevur Danmark nú givið 5,6 milliardir krónur til Ukraina.

-    Zelenskyi hugdi beint eftir verjumálaráðharranum og bað okkum senda seks Caesar-kanónir. Nú senda vit 19. Tað er ein stórur styrkur. Danmark hevur eftir stødd latið nógv mest til Ukraina, sigur Lars Løkke Rasmussen.

-    Um øll onnur lond høvdu latið eins nógv sum Danmark, so hevði Ukraina havt betri møguleikar, leggur Lars Løkke Rasmussen afturat.