Danmark skal spæla í syrgibúna í Katar

Á HM-leikblusunum hjá danska landsliðnum er búmerki minni sjónligt enn vant. Hetta er fyri at varpa ljós á Katar, sum er verttjóðin til komandi HM-endaspælið, ikki virðir altjóða mannarættindi

Her sæst svarti syrgibúnin, sum Danmark skal spæla í seinni í ár. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
29. september 2022 kl. 13:50

Tá danska fótbóltslandsliðið við monnum fer til HM í Katar í novembur, er endamálið við nýggju leikblusunum ikki bert at tær skulu brúkast til at sparka fótbólt. Endamálið er eisini at nýggju leikblusurnar skulu vera við til at senda ein boðskap til allan heimin um vánaligu støðuna viðvíkjandi mannarættindum í Katar.

Altjóða fjølmiðlar og mannarættindafelagsskapir, millum annað Amnesty, hava í fleiri umførum rópt varskó í samband við støðuna í Katar. Sambært eini grein hjá bretska miðlinum The Guardian, eru í minsta lagi 6.500 gestaarbeiðarar deyðir í Katar, frá tí at altjóða fótbóltssambandið, Fifa, handaði Katar vertsleiklutin í 2010.

Reikandi syrgibond

Danmark hevur í alt tríggjar nýggjar leikblusur. Eina reyða heimablusu, eina hvíta útivallablusu og eina triðju leikblusu, ið er svørt. Tað er serliga tann svarta, ið hevur vakt ans kring heimin.  

- Tað er rætt, at hetta er fyrstu ferð, at Danmark spælir í einari svartari leikblusu. Tað er eitt symbol uppá eitt reikandi syrgiband, og tað er ein týdningarmikil partur í samband við eitt mótmæli, sigur Morten Lund, sum er ábyrgdarmaðurin viðvíkjandi lýsingum hjá danska ítrótta- og mótamerkinum Hummel.

Tá Morten Lund skal greiða frá, hvør boðskapurin er við at spæla í einum sokallaðum syrgibandi svarar hann soleiðis:

- Tað er at varpa ljós á, at vit eru ímóti, hvussu tingini vera handfarin í Katar og teirra vanligu sjón á mannarættindi.

Snýr seg um mannarættindi

Sambært Hummel, so hava teir nýtt gomlu EM-leikblusurnar frá 1992, tá Danmark gjørdist Evropameistari, sum íblástur til tær nýggju blusurnar. Hóast leikblusan hevur fleiri eyðkenni, ið stava frá tí ikonisku blusuni frá 1992, so eru tær nýggju landsliðsblusurnar óvanliga einfaldar.

- Vit ynskja ikki at brúka hetta til ein risastóran leikpall fyri lýsingum. Tískil hava vit dempa okkum. Vit hava ikki eitt ógvuliga sjónligt Hummel-logo. Tað sama er galdandi fyri DBU. Vit vilja gjarna vísa, at tá spælararnir ganga inn á vøllin, snýr tað seg ikki um okkum. Tað snýr seg um heilt onnur ting. Tað snýr seg um mannarættindi, sum ikki vera hildin, og tað vilja vit varpa ljós á við hesum, sigur Morten Lund við TV2.

Her síggjast donsku leikararnir í sigursrúsi í syrgibúnanum. (Mynd: EPA-EFE).

Blusurnar eru óvanliga vælumtóktar

Higartil hava nýggju blusurnar verið óvanliga vælumtóktar. Á degnum, tá blusurnar komu í handlarnar vóru tað seldar tíggju ferðir fleiri landsliðsblusur samanborið við, tá EM-leikblusan hjá Danmark kom í handlarnar í fjør.