Danska uttanríkisráðið: Allur heimurin verður kanska lukkaður niður aftur

Tað gongur skeiva vegin við koronafarsóttini í stórum parti av Evropa, tí kunnu vit skjótt koma aftur í somu støðu sum í mars, tá danska uttanríkisráðið mælti frá allari ferðing millum lond

Sigurjón Einarsson
22. oktober 2020 kl. 13:29

Koronafarsóttin ger aftur um seg í stórum parti av Evropa, tí kunnu vit koma í somu støðu sum í mars. Soleiðis ljóðar dapra útsøgnin frá stjóranum, Erik Brøgger, fyri Borgerservice í danska uttanríkisráðnum.

- Vit kunnu rættiliga skjótt – kanska longu í dag, tá vit dagføra ferðatilmælini aftur – koma í eina støðu, sum vit vóru í 13. mars, at allur heimurin verður appilsingulur, sigur Erik Brøgger.

Í løtuni verður mælt frá at ferðast til næstan øll lond í heiminum – undantikið Kypros, Grikkaland, partar av Svøríki, Týsklandi og Noregi. Fyri tvey tey síðstnevndu londini er  sóttarhald eitt krav við komu.

Kunnu koma í somu støðu sum í mars

Uttanríkisráðið dagførir ferðatilmælini hvønn hósdag. Vegna hækkandi smittutøl, so verður roknað við, at ferðatilmælini broytast fyri Týskland og Kypros, so frámælt eisini verður at ferðast til hesi lond.

Tí er Danmark ikki langt frá støðuni 13. mars, tá Uttanríkisráðið mælti frá ferðum millum øll lond í heiminum. Tá bleiv ikki slakað fyri tilmælunum um ferðing fyrr enn í juni mánað.

Donsku myndugleikarnir mæla frá ferðum til eitt land, um tað eru yvir 30 nýggir smittutilburðir um vikuna per 100.000 íbúgvar.

Fyri at eitt land aftur skal lata upp, skulu tað vera undir 20 smittaði per 100.000 um vikuna. Í løtuni eru smittutølini fyri Kekkia og Belgia á leið 20 og 15 ferðir so høgt til at kunna lata upp aftur.