Danski tjóðbankin: Føroyingar virðisskapa meira enn danir

Í feskari greining hevur danski tjóðbankin gjørt eina meting av BTÚ fyri hvønn íbúgva í Føroyum í 2019. Metingin ljóðar uppá 420.000 krónur fyri hvønn íbúgva, sum er fimm prosent hægri enn tær 400.000 krónurnar, sum hvør dani í miðal skapar av búskaparligum virðum. Íroknað blokkin er munurin á livistøðinum enn størri

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur
9. januar 2021 kl. 20:05

Fyri fyrstu ferð í søguni er búskaparliga virðisskapanin fyri hvønn íbúgva væl størri í Føroyum enn í Danmark. Hetta vísir fesk greining hjá danska tjóðbankanum av føroyska búskapinum, sum bleiv almannakunngjørd beint fyri jól. Bruttotjóðarúrtøkan er mest vanliga mátið fyri búskaparligu virðisskapanina í einum landi, tá hetta mát sigur nakað um virðið á teimum vørum og tænastum, sum føroyska arbeiðsmegin hevur skapt fyri eitt ávíst tíðarskeið.

Í 2019 skaptu vit vørur og tænastur fyri 420.000 krónur fyri hvønn íbúgva sambært metingini hjá danska tjóðbankanum við støði í tølum frá Hagstovuni og Búskaparráðnum. Til samanberingar skaptu danir 400.000 krónur fyri hvønn íbúgva, og tað merkir, at føroyingar skaptu fimm prosent meira av virðum í 2019. Og tá Danmark er harðari rakt av koronasmittuni, so er niðurgongdin í búskaparliga virkseminum væl størri í Danmark enn í Føroyum, tí er munurin á virðisskapanini bara øktur í ár.

Í greiningini hjá Tjóðbankanum verður gongdin í BTÚ fyri hvønn íbúgva lýst aftur til 1998, tá virðisskapanin fyri hvønn íbúgva var ein triðing hægri í Danmark enn í Føroyum.

At grafurin júst lýsti støðuna aftur til 1998 minti meg á, at eg júst tað árið byrjaði í starvi í Tjóðbankanum. Áhugin hjá embætisfólkunum í Tjóðbankanum fyri gongdini í føroyska búskapinum røkkur í øllum førum aftur til bankakreppuna fyrst í 1990’unum, tá fyrrverandi tjóðbankastjórin, Richard Mikkelsen, bleiv valdur sum fyrsti formaðurin í Fíggingargrunninum frá 1992.

Bakmennirnir í Færøudvalget fáa andlit
Í september 1998 varð eg, við síðuna av lestri mínum í búskaparfrøði á Københavns Universiteti, settur í hálvtíðarstarv í danska Tjóðbankanum. Eftir eg var byrjaður í starvi komu boð eftir mær frá starvsfólkadeildini, tí John Larsen, starvsfólkastjóri, ynskti, at eg kom á gátt á skrivstovu hansara at heilsa uppá.

Komin á skrivstovuna hjá starvsfólkastjóranum síggi eg ein flottan Mikines-málning prýða veggin. Tað vísti seg, at John hevði sitið í sonevnda “Færøudvalget”, sum var ein bólkur av embætismonnum, sum danska stjórnin ráðførdi seg við undir stóru bankakreppuni fyrsti í 90’unum.

John beyð mær á gátt fyri at sleppa at heilsa upp á meg, nú ein føroyingur varð settur í starv, tí hann var føroyavinur um ein háls og hevði ofta vitjað oyggjar okkara. Eisini ynskti hann at frætta, hvussu føroyingar høvdu tikið ímóti bankaavtaluni, sum varð gjørd á várið 1998 í kjalarvørrinum av frágreiðingini hjá Grønborg-udvalget í januar 1998.

Grønborg hevði nakrar lemjandi atfinningar av donsku stjórnini fyri at hava víst størri atlit til Danske Bank og danska fíggjargeiranum í handfaring teirra av føroysku bankakreppuni, har føroyska landstýrið var lokkað til at taka um endan í bæði Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, hóast Danske Bank átti meirilutan í síðstnevnda.

Eg greiddi honum frá, at vit føroyingar høvdu fingið eina nokk so greiða negativa fatan av leiklutinum hjá Færøudvalget frá eini sendirøð, sum sjónvarpsjournalisturin Høgni Hoydal hevði gjørt fyri Sjónvarp Føroya. Í dokumentarinum verður embætismannabólkurin nærmast lýstur sum veruligu bakmennirnir aftanfyri ógvusligu bankakreppuna í Føroyum, har teir sita í jakkasettum kring eitt stórt fundarborð og ráðleggja, hvussu danska stjórnin kundi snúgva sær úr knípuni.

Starvsfólkastjórin var skelkaður av fatanini av embætismannabólkinum, sum sambært honum arbeiddi fakliga við at lýsa veruligu støðuna og koma við fakliga undirbygdum tilmælum til loysnir.

Okkurt var tó um boðskapin í sjónvarpsdokumentarinum hjá Hoydal, tí lemjandi atfinningarnar í Grønborg-frágreiðingini gjørdu, at danska stjórnin strikaði ein part av almennu skuldini fyri bankaloysnina umframt, at ein hálv milliard krónur av skuldini einans skuldi rindast aftur, um føroyingar funnu olju í rakstrarverdum nøgdum innan 2018. Tað gjørdu vit sum kunnugt ikki.

Føroyar eru væl fyri í 2020
Spola vit so 22 ár fram til nútíðina, sýnir Tjóðbankin framvegis føroyska búskapinum áhuga, tá búskaparfrøðingar teirra eina ferð um árið gera eina greining av støðuni og útlitunum fyri pinkubúskapin í Norðuratlantshavinum. Hesaferð er lesnaðurin sum heild positivur, hóast búskaparfrøðiligi peikifingurin eisini er á lofti.

Greiningin umrøður stutt aktuellu støðuna við koronavirussinum, sum rakti Føroyar í mars. Kreppan á heilsuøkinum breiddi seg skjótt yvir á búskapin, har stokkut tiltøk í royndini at byrgja smittuni inni, líkt teimum donsku, skerdu búskaparliga virksemið. Føroyska strategiin við at byrgja smittuni inni hevur eydnast væl, og tí hevur ikki verið tørvur á varandi og harðari tiltøkum fyri at forða smittuspjaðingini, sí mynd 2.

At koronavirussið breyt út hevur serliga rakt ferðavinnufyritøkurnar meint. Tað sama ger seg galdandi í Føroyum. Ferðavinnan fyllir tó sera lítið her. Fyri føroyska búskapin snýr tað seg hinvegin um fyritøkurnar, ið arbeiða við útflutningi av fiskavørum. Eftirspurningurin eftir fiski, og í høvuðsheitum matvørum, verður ikki eins nógv ávirkaður av konjunkturinum og nógvar aðrar vørur.

Føroyski útflutningurin verður tí ikki ávirkaður eins nógv av sveiggjunum í altjóða búskapinum. Atjóða afturstigið og óvissan um framtíðina hevur tálmað prísinum á fiski. Alivirkini og fiskafyritøkurnar hava tó nýtt verandi kapasitet til at umstilla søluna frá matstovukundum til smásølu. Eisini hava fyritøkurnar verið eins fúsar at gera íløgur, tá tær vóru væl bjálvaðar áðrenn koronavirussið breyt út. Tað hevur bjargað føroyska búskapinum.

Heimsbúskapurin er nú í einum altjóða lágkonjunkturi við eini ótryggari og drúgvari endurreisn fyri framman. Tað ávirkar útlitini fyri einum lítlum og opnum búskapi sum tí føroyska.

Hóast útflutningurin ikki ávirkast eins nógv av konjunkturinum, trýstir tann skerda keypiorkan á útflutningsvørum og økta óvissan prísin á fiskinum niður. Útflutningsfyritøkurnar mugu tí, sambært Tjóðbankanum, vænta eitt vet lægri inntøkur næstu árini, og føroyski búskapurin hevur helst rokkið toppinum á hesum sinni.

Eftirspurningur innanlands hevur í ár hjálpt til at stuðlað undir búskapin. Nýtslan hjá húsarhaldunum hevur verið hægri enn vanligt, helst eisini tí at fólk hava hildið frí heima. Umsetningurin av matvørum og ymsum tilfari til innbúgv var hvør sær knappliga 13 prosent hægri í øðrum ársfjórðingi, samanborið við í fjør. Høga nýtslan innanlands er millum annað ein avleiðing av, at Føroyar hava eina effektiva strategi til at tálma smittuspjaðingini.

Peikifingurin hjá Tjóðbankanum: Eldrabyrðan kostar
Eins og Búskaparráðið hevur víst á í sínum frágreiðingum hvørt ár, vísir danski Tjóðbankin á útlitini til eitt vaksandi tal av eldri borgarum í mun til talið av fólki í arbeiðsførum aldri.

Í greining fyri 2018 var Tjóðbankin nokk so ógvusligur í sínum ávaringum um hóttafallið fyri føroyska samfelagið, ið sambært forsøgnum hjá Hagstovuni vilja standast av vaksandi eldrabyrðuni, sum fer at økja munandi um almennu útreiðslurnar.

Sjálvur var eg tá frammi við atfinningum ímóti dómadagsforsøgnini hjá Tjóðbankanum, tí eg metti stokastisku fólkatalsframskrivingina hjá Hagstovuni vera alt ov pessimistiska, tá tað snýr seg um vandan fyri fólkafráflyting. Orsøkin til pessimistisku framskrivingina hjá Hagstovuni er millum annað, at stokastiski framskrivingarhátturin hevur sum fortreyt, at eitt nú fólkafráflytingin í miðal fer at hátta sær soleiðis sum hon hevur gjørt seinastu 30 árini.

Sostatt verður í framskrivingini roknað við eini endurtøku av stóru bankakreppuni frá 1990’unum, tá út við 7.000 fólk fluttu av landinum. Heilt ítøkiliga verður roknað við eini miðal fólkafráflyting uppá sløk 200 fólk hvørt ár.

Í nýggju greiningini hjá Tjóðbankanum staðfesta búskaparfrøðingarnir, at tað nýtist ikki at ganga so galið: Undir núverandi uppgongutíðum hevur eru nógv fólk flutt til Føroya. Lívskorini í Føroyum eru í dag betri enn tey vóru í 1990-unum, og tí er ikki víst, at fráflytingin verður so stór, tá pílarnir fara at peika niðureftir. Tað vísir, at tað valdar stór óvissa um fortreytirnar fyri langtíðar haldføri hjá almenna fíggjarstandinum.

Eg eri tó eisini samdur við Tjóðbankanum, at hendan óvissan um fráflytingina ikki merkir, at vit sum samfelag ikki skulu taka avbjóðingarnar fyri almennu kassarnar av vaksandi talinum av eldri borgarum í størri álvara enn vit tykjast gera í dag.

Heilt ítøkiliga mælir Tjóðbankin til, at landsstýrið javnan metir um skattingina av tilfeingisrentuni, so at avkastið frá náttúrugivna tilfeinginum í Føroyum fellur einum størri parti av fólkinum i lut. Sambært Tjóðbankanum verður verður fiskatilfeingið í løtuni helst ikki skattað nóg høgt.

Blokkstuðul úr Føroyum til Danmarkar?
Sum nevnt metir Tjóðbankin altso virðisskapanina í Føroyum at vera fimm prosent hægri fyri hvønn íbúgva enn hon er í Danmark.

Hetta merkir samstundis eisini, at munurin á møguliga livistøðinum fyri hvønn íbúgva er enn størri. Bruttotjóðarúrtøkan mátar soleiðis bert tey virðir, ið vit sjálvi skapa, meðan bruttotjóðarinntøkan eisini fevnir um eitt nú blokkstuðulin aftrat.

Um ein telur virðið á teimum tænastum og veitingum, sum danski staturin eisini veitir í Føroyum, metir Hagstovan hesa inntøku til umleið eina milliard krónur árliga. Býtir tú hesa milliardina út á teir umleið 52.000 íbúgvarnar svarar veitingin til 19.000 krónur fyri hvønn íbúgva, ella fimm prosent av BTÚ fyri hvønn íbúgva. Miðal livistøðið í Føroyum er tí gott tíggju prosent hægri í Føroyum enn í Danmark.

Ofta verður ført fram, sum grundgeving fyri blokkstuðulinum úr Danmark til Føroya, at hetta er fyri at javnseta livistøðið í ymsu pørtunum av ríkinum. Í verandi búskaparstøðu vil ein tílík skipan í løtuni tala fyri, at Føroyar kunnu veita dønum blokkstuðul uppá umleið tvær milliardir krónur um árið fyri at javnseta miðal livistøðið landanna millum.

Hetta perspektivið uppá verandi búskaparstøðu leggur danski Tjóðbankin tó ikki fram. Men hvør veit, kanska onkrir slipsaklæddir embætismenn sita kring okkurt fundarborð í stásiliga bankabygninginum av marmor sita og leggja ætlanir fyri slíkum...