David Edvardsen skal venja Kyndil

Tað verður David Edvardsen, ið verður nýggjur venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli

Sigurjón Einarsson
14. apríl 2022 kl. 19:34

David Edvardsen verður høvuðsvenjari hjá Kyndilsmonnum.

Tað boðar Kyndil frá á heimasíðu sínari.

– David Edvardsen, sum er eitt kent andlit í felagnum, bæði sum leikari og ungdómsvenjari, verður høvuðsvenjari hjá Kyndilsmonnum komandi kappingarár. Hetta fegnast nevndin um.

– Vit ynskja David og monnunum bestu eydnu, skrivar felagið á heimasíðuni.