Løgreglan: Deilið ikki myndir og upptøkur av hendingini í Fields

Á sosialu miðlum ferðast fleiri sjónbond, sum vísa skjótaríið og ofrini frá hendingini í Fields í gjár. Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn, kom í morgun við sterkari áheitan um ikki at deila myndir og upptøkur av hendingini á sosialum miðlum

Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
4. juli 2022 kl. 10:03

Nú kanningararbeiðið hjá løgregluni er í gongd, aftaná skottilburðin í Fields í gjár, hevur Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur, heitt á borgarar um ikki at deila myndir og upptøkur av hendingini á sosialum miðlum millum sín.

Á sosialu miðlum ferðast fleiri sjónbond, sum vísa skjótaríið og ofrini frá hendingini í Fields í gjár. Haraftrat hevur tann ákærdi í døgunum upp til álopið, lagt fleiri sjónbond út av sær við vápnum í hendi á millum annað YouTube. Á tíðindafundi klokkan átta í morgun, segði Søren Thomassen soleiðis:

- Fyri tað fyrsta er tað revsivert, fyri tað næsta skal tað vísast atlit til ofrini. So tað skal ljóða ein sterk áheitan herfrá, segði Søren Thomassen, leiðandi politiinspektørur, á tíðindafundinum í morgun.

Hóast løgreglan heitir á fólk um ikki at deila myndir og upptøkur millum sín, so heiti løgreglan á borgarar um at senda myndir og sjónbond til løgregluna.

- Eg vil gjarna senda eina áheitan um, at hevur man upptøkur harfrá, ella hevur man sæð nakað, so set teg í samband við løgregluna, segði Søren Thomassen.

Trý fólk doyðu og fýra vóru illa særd, tá tann 22 ára gamli danin byrjaði at skjóta frá hond í handilsmiðstøðini Fields í gjár. Maðurin, sum varð handtikin 13 minuttir eftir at skotini byrjaðu, hevur játtað at tað var hann, sum var í Fields.

Kelda: Danmarks Radio