Demokratarnir síggja út til at vinna báðar sessirnar í Senatinum

Raphael Warnock hevur vunnið annan sessin í Senatinum fyri demokratarnar í Georgia. Hin sessurin sær út til at fara til partamannin, Jon Ossoff

Sigurjón Einarsson
6. januar 2021 kl. 09:27

Demokraturin Raphael Warnock hevur vunnið annan sessin í Senatinum, nú senatsval hevur verið í amerikanska statinum Georgia.

Tað er tíðindastovan AP, ið hevur útnevnt hann sum vinnara av valinum, har dysturin stóð millum hann og republikanarin Kelly Loeffler, hóast allar atkvøðurnar enn ikki eru upptaldar. Eisini aðrir miðlar sum CNN, NBC og New York Times hava útnevnt hann sum vinnara.

Tað eru tvey valevni, ið skulu veljast, og eisini í stríðnum til hin sessin er sera spennandi. Har liggja demokraturin Jon Ossoff og republikanarin David Perdue á jøvnum við 50 prosent av atkvøðunum, nú 98 prosent av atkvøðunum eru taldar. Jon Ossof førir við 3.500 atkvøðum, sambært Edison Research.

Valið millum David Perdue og Jon Ossoff er sera avgerandi fyri, hvør fær valdið í Senatinum. Vinnur Perdue, fáa Republikanararnir valdið. Vinnur Jon Ossoff, so fáa Demokratarnir valdi. Hetta verður eisini avgerandi fyri, hvat fyri politikk Joe Biden kann føra tey komandi fýra árini.

Tey eru givin at telja atkvøður fyri náttina, men hetta verður tikið uppaftur frá morgunstundini lokala tíð á amerikanska eysturstrondini. Endaliga úrslitið verður væntandi tøkt tíðliga seinnapartin føroyska tíð.