Deyvafelag Føroya 50 ár – Lívið við teknum

Deyvafelagið fer at hátíðarhalda 50-ára stovningardagin, leygardagin 18. juni, í Silo (Kongshøll) í Havn

Tíðindaskriv
13. juni 2022 kl. 15:50

Saman við Deyvafelagnum fara vit at ynskja tær hjartaliga væl komin at hátíðarhalda 50-ára stovningardagin, leygardagin 18. juni, í Silo (Kongshøll) í Havn. 

Vit gleða okkum til dagin og bjóða øllum til eina áhugaverda og fjøbroytta skrá, har vit varpa ljós á „Lívið við teknum“ við persónligum søgum og áhugaverdum fyrilestrum. 

Deyvafelag Føroya varð stovnað 12. februar 1972 og seinastu 50 árini hevur felagið áhaldandi virkað fyri at varpa ljós á og arbeitt fyri, at deyv fólk í Føroyum hava somu rættindir, sum hoyrandi fólk hava. Felagið hevur eisini til endamáls at samla deyv í Føroyum.

So ver við at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skráin í høllini byrjar klokkan 14 og endar umleið klokkan 17. Dyrnar lata upp klokkan 13.30.

Skrivi- og teknmálstulkar verða á staðnum.

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 14:00 Vælkomin

Kl. 14:10 Eitt lív við teknum

Jan Zachariassen greiðir frá lívi sínum.

Kl. 14:30 At vaksa upp við teknum

Jósva Debes, abbasonur ein deyvan, greiðir frá 

Kl. 15:00 Føroyska teknmálsorðabókin Sign Wiki Føroyar og teknmálsfyritøkan, Vit Tekna

Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, teknmálstulkar, greiða frá

Kl. 15:30 Kaffisteðgur og prát

Kl. 16:00 Arbeiðið við teknum

Samrøða við Eyðgunn Danielsen, sum er stuðul og dagliga arbeiðir við „Tekn til talu“.

Kl. 16:15 Lívið við teknum

Meifríð W. Hansen greiðir frá um Føroykst teknmál og støðuna hjá teimum, sum brúka Føroykst teknmál   

Kl. 16:45 Leikur: „Tá ketan loypir av“

Royn hvussu tað kennist, tá samskifti ikki riggar.
Anna Simonsen og Meifríð W. Hansen

Kl. 17:00 Hátíðarhaldið endar