Disney+ er nú tøkt í Føroyum

Disney+ kom til øll Norðurlond – eisini Grønland – tann 15. september í 2020, men frá í dag av sleppa føroyingar nú eisini at fáa atgongd til stroymingartænastuna hjá Disney

Sigurjón Einarsson
14. juni 2022 kl. 08:51

Danmark og Grønland fingu Disney+ tann 15. september í 2020, men ein minni “teknikalitetur” hevur verið orsøkin til, hví føroyingar ikki hava fingið atgongd til stroymingartænastuna hjá Disney, men nú hevur Disney fingið ISO-kotuna hjá Føroyum upp á pláss, so nú kunnu føroyingar, frá í dag av, eisini stroyma tilfar frá Disney, Pixar, Marvel, Star Wars, National Geographic og so framvegis.

Eitt hald hjá Disney+ her í Føroyum fer at kosta tað sama sum í Danmark, sum er 79,- krónur um mánaðin ella 799,- krónur fyri eitt ár, skrivar Disney+ í einum tíðindaskrivi.

Sostatt kann sigast, at tann tekniska forðingin, ið higartil hevur havt við sær, at Føroyar ikki kundu vera við, tá ið tænastan kom til Norðurlond – eisini til Danmarkar og til Grønlands 15. september í 2020, nú er burtur.

Dimma.fo hevur í fleiri førum verið í samband við Disney+, har felagið hevur sagt, at stroymingartænastan fór at koma til Føroya, so skjótt tað var gjørligt, men at tað fór at taka eitt sindur longri tíð enn ætlað vegna tað, at Føroyar hava eina øðrvísi ISO-kotu enn Danmark, hóast Føroyar, í altjóða høpi, verða sæð sum ein partur av Danmark, sum millum annað sæst aftur við App Store.

Grønlendska ISO-kotan er nærum lík tí hjá Føroyum, men hjá teimum var eingin trupulleiki at fáa Disney+ samstundis sum stroymingartænastan kom til Danmarkar í september 2020.

Men hvussu er og ikki, so ber tað nú til hjá føroyingum eisini at stroyma frá Disney+ frá í dag av.