Djokovic sleppur ivaleyst ikki til US Open

Útlendskir ríkisborgarar skulu koppsetast fyri at sleppa inn í USA, og Novak Djokovic er ikki koppsettur. US Open sigur, at kappingin fer at virða almennu tilmælini frá myndugleikunum

Steinar Patursson
21. juli 2022 kl. 10:43

Tað er nú sera ivasamt, um Novak Djokovic sleppur at luttaka á US Open í august og september, eftir at fyrireikararnir handan US Open hava gjørt greitt, at kappingin ferð at virða almennu koronutilmælini hjá stjórnini.

Í USA krevst koppseting móti koronu, um útlendskir ríkisborgarar skulu inn í landið.

Novak Djokovic er ikki koppsettur, og hann endaði í víðagitnum stríði við australsku myndugleikarnar í januar í ár, sum endaði við, at hann slapp ikki at luttaka á Australian Open.

Áðrenn januar mánaða vóru teir tríggir Novak Djokovic, Rafael Nadal og Novak Djokovic javnir við 20 grand slam meistaraheitum hvør, men síðani tá hevur Nadal vunnið bæði Australian Open og Roland Garros, meðan Djokovic streyk við Wimbledon meistaraheitinum herfyri, Djokovic er tí næstmest vinnandi grand slam leikarin í søguni - eitt meistaraheiti aftan fyri Nadal.

Og hóast Djokovic áður hevur gjørt greitt, at tað er eitt mál hjá honum at vera ovastur, er sera ivasamt, um tað verður til US Open í ár, at hann kemur upp á grand slam meistaraheiti nummar 22, tí Djokovic hevur áður fortalt, at hann er ikki sinnaður at lata seg koppseta fyri koronu.

Djokovic hevur annars verið favorittur at vinna US Open hesi farnu árini, men kappingin er ikki heilt gingin eftir vild hjá honum. Í 2020 varð hann diskvalifiseraður frá kappingini í fjórða umfari, eftir at hann í illsinni hevði sligið ein bólt, sum ikki var í spæl, og bólturin rakti ein linjudómara.

Í fjør eydnaðist tað Djokovic at koma í finaluna, men tá mátti hann lúta fyri Daniil Medvedev í trimum settum, sum eisini gjørdist fyrsta - og higartil einasta - grand slam meistaraheiti hjá Medvedev.