Djurs Sommerland brennur

Vælkenda og vælumtókta feriustaðið Djurs Sommerland brennur

Sigurjón Einarsson
15. oktober 2020 kl. 20:55

Tilbúgvingin frá trimum ymiskum støðum eru til staðar í kenda feriustaðnum, har eisini nógvir føroyingar javnan vitja um summarið.

- Sløkkilið og arbeiðsfólk fingu skjótt tamarhald á fyrsta eldinum, men nú er eldurin kyknaður upp aftur, har eldurin hevur fest í takkonstruktiónina. Bygningurin stendur ikki til at bjarga, sigur Peter Hunniche, ið er vakthavandi hjá Østjylland Politi fyri TV2-Østjylland.

Eldurin byrjaði í útluftingini í matstovuni áleið klokkan 18:48 danska tíð.

Vaktovastin í Østjylland Politi sigur, at hann hevur ikki frætt um nakran, ið hevur fingið skaða.