Donald Trump sleppur at brúka Facebook og Instagram aftur

Meta, ið eigur báðar sosialu miðlarnar, hevur tikið avgerð um at loyva Donald Trump í hitan aftur, eftir at hann varð koyrdur av Facebook og Instagram í kjalarvørrinum á uppreistrinum í Washington í 2021

Mynd: Creative Commons
Steinar Patursson
26. januar 2023 kl. 10:09

Donald Trump, fyrrverandi forsetin í USA, sleppur nú aftur á sosialu miðlarnar Facebook og Instagram, eftir at felagið Meta, ið eigur báðar miðlarnar, í tvey ár hevur noktað honum atgongd.

Meta hevur boðað frá, at suspenderingin hjá Donald Trump skal enda innan tvær vikur.

Nick Clegg, sum er stjóri fyri altjóða viðurskifti hjá Meta, sigur sambært BBC, at almenningurin hevur rætt til at vita, hvat politikkararnir siga.

Donald Trump varð annars koyrdur av sosialu miðlunum í kjalarvørrinum á uppreistrinum í Washington DC í januar í 2021, tí mett varð, at Donald Trump eggjaði viðhaldsfólkum sínum til at gera uppreistur.

Nick Clegg vísir á, at tann óvanliga avgerðin varð tikin undir óvanligum umstøðum, og at ein nýggj meting vísir, at Donald Trump er ikki longur ein hóttan móti almennu trygdini.

Viðhaldsfólk hjá Donald Trump og republikanarar hava roynt at fingið Meta at loyva Trump á aftur sosialu miðlarnar, soleiðis at hann kann vera til reiðar at føra valstríð í næsta ár, sum hann eftir øllum at døma stillar upp til.

Donald Trump sjálvur vildi á egna sosiala miðli hansara, Truth Social, vera við, at Meta hevur mist milliardir av dollarum í inntøkum, aftaná at hann varð bannaður.