Donald Trump vendir aftur til Washington í dag

Síðan tapið, hevur tann fyrrverandi republikanski forsetin ikki verið aftur í høvuðsstaðnum, men í dag verður hann aftur at síggja í amerikanska høvuðsstaðnum

Mynd: Creative Commons
Kristian Waag Dam
26. juli 2022 kl. 13:32

Í januar í fjør klamsaði Donald Trump við hurðini, tá hann skuldi geva lyklarnar til Hvítu húsini víðari til Joe Biden, eftir at Donald Trump hevði tapt forsetavalið.

Síðan tapið, hevur tann fyrrverandi republikanski forsetin ikki verið aftur í høvuðsstaðnum, men í dag verður hann aftur at síggja í amerikanska høvuðsstaðnum.

Tí í dag skal Donald Trump halda røðu í tankasmiðjuni America First Policy Institute, sum arbeiðir við nógvum av somu meiningum, ið Trump førdi fram í síni tíð sum forseti. Tað skrivar NRK.

Sambært tí norska miðlinum hava fleiri av ráðgevum hansara biðið hann um greiða frá sínum framtíðarætlanum í samband við, at hann fyrireikar seg til at stilla upp sum forsetavalevni í 2024.

Donald Trump hevur higartil bert sipa til, at hann fer at stilla upp til komandi forsetaval, ið verður í 2024.