Donsk barnasending um mann við heimsins longsta pissilingi elvir til kjak

Animatiónspersónurin John Dillermand hevur fingið fleiri donsk foreldur at reagera ógvisliga. Nú byrjar umheimurin at skriva um nýggju barnasendingina, ið sæst á DR Ramasjang

Sigurjón Einarsson
8. januar 2021 kl. 13:03

Barnasendingin handlar um ein mann, ið eitur John, sum allatíðina kemur í trupulleikar vegna sín langa pissiling, sum hevur sín egna vilja.

- John Dillermand hevur heimsins longsta pissiling, og tað er næstan einki, sum hann ikki kann, soleiðis ljóðar inngangurin á barnasendingini, ið hevur fingið donsk foreldur foreldur at síggja reytt.

- Eg eri óð og haldi, at hetta er perverst og heilt ópassandi sjónvarp fyri smábørn. Hetta er síðstu ferð, at eg lati børn míni síggja Ramasjang!, skrivar eitt ørkymla foreldur á Facebook-síðuna hjá DR Ramasjang.

Tað er barnarásin hjá DR, Ramasjang, ið vísir hesa nýggju barnasendingina. Hon sæst tí eisini í Føroyum hjá teimum, ið millum annað síggja Televarpið.

John er ein skemtiligur persónur, eitt slag av einari antihetju. Hann er óskikkiligur, frekur og djarvur. Men hann er eisini bangin, ein ræðuskítur, ið gevur øðrum skuldina.

Inngangurin til barnasendingina sæst her:

Barnasendingin var fyrstu ferð at síggja á Ramasjang leygardagin, og tað tók ikki langa tíð, so sóust og hoyrdust tær fyrstu reaktionirnar um nýggju sendingina. Onkur helt, at sendingin kann brúkast sum amboð hjá eitt nú pedofilum og krevja, at hon verður tikin av skrá.

Eisini hava danskir politikkarar sagt sína meining um barnasendingina. Eitt nú kallar Morten Messerschmidt frá Danska Fólkaflokkinum hesa sending fyri at vera “óhóskandi”.

Verður eisini róst

Tað eru gjørdir 20 partar um John Dillermand, har hann gongur túr við hundum, grillar pylsur og hjálpir sínum nábúgva við at vinda flagg á stong – alt hetta verður gjørt við góðari hjálp frá sínum pissilingi.

DR hevur longu sagt, at tey fara ikki at taka sendinga av skrá. Redaktørurin fyri DR Ramasjang, Morten Skov Hansen, sigur, at tey eru nøgd við sendingina og at hon er hóskandi fyri børn.

- Vit hava gjørt eitt drúgt fyrireikingararbeiði, har vit millum annað hava brúkt Sex & Samfund og ein barnasálarfrøðing sum ráðgevarar, sigur hann við heimasíðuna hjá DR.

Hann sigur, at nógv foreldur hava havt jaligar viðmerkingar til sendingina, har tey hava brúkt sendingina til at práta við børn síni um kroppin.

Málbólkurin fyri barnasendingina eru børn millum fýra og átta ár. Hóast sínar umstríddu eginleikar, so sær tað út til, at sendingin er væl umtókt millum børn. Fyrsti parturin varð sæddur av 86.000.

Fer runt allan heimin

Sambært redaktørinum, Hildri Gulliksen, í NRK Super, ið er norska svarið uppá Ramasjang, so er hetta ikki ein barnasending, ið verður víst í Norra. Hon heldur, at danir hava eina heilt aðra mentan, tá tað kemur til tílíkt undirhald fyri børn í Danmark.

- Hetta er fremmant fyri okkum at hava eina animatiónsrøð fyri lítil børn, har besti vinurin og ringasti fíggindin hjá høvuðspersóninum er ein langur pissilingur. Tað hóskar snøgt sagt ikki saman við okkara tilboð av sendingum, sigur hon við heimasíðuna hjá NRK.

Eisini The Guardian hevur skrivað um donsku barnasendinga, ið hevur verið ein av teimum heilt stóru søgunum seinasta døgnið. Seinastu 24 tímarnar hevur søgan verið ein av teimum mest lisnu søgum, har søgan um John Dillermand hevur yvirhálað søgur um koronafarsóttina og afturlating av Bretlandi.

- Tað kemur ikki óvart á, at hendan barnasendingin hevur skapt so stórt kjak um, hvat sjónvarp til børn skal ella ikki skal innihalda, skrivar miðilin millum annað.

Barnasendingin um John Dillermand sæst eisini á heimasíðuni hjá DR og kann síggjast her.