Drotningin útsetir ferðina til Grønlands vegna koronustøðuna har

Drotning Margretha, ið júst er komin aftur til Danmarkar eftir føroyaferðina, fer ikki víðari til Grønlands á vitjan leygardagin. Kongshúsið kunngerð nú, at ferðin er útsett vegna koronustøðuna í Grønlandi

Sigurjón Einarsson
20. juli 2021 kl. 13:01

Seinastu vikuna hevur Grønland havt fleiri smittutilburðir, sum hevur ført við sær, at fleiri tiltøk eru sett í verk fyri at forða fyri, at fólk samlast í stórum mongdum og mæla frá allari óneyðugari ferðing

Formaðurin fyri Grønlendska Landsstýri, Naalakkersuisut, hevur sent eitt ynski til danska kongshúsið, at ferðin hjá drotningini í Grønlandi verður útsett, og ta ynskið er nú gingið á møti.

Tað skrivar heimasíðan hjá danska kongshúsinum.

Heimasíðan hjá kongshúsinum skrivar, at drotningin skilir, at tað er neyðugt at útseta vitjanina í Grønlandi, men sigur samstundis, at hon gleðir seg til, tá vitjanin verður gjøgnumførd seinni, tá umstøðurnar loyva tí.

Eftir ætlan skuldi Margretha drotning vitja í Grønlandi frá 24. juli til 5. august.