Dugni tekur ímóti avlopstilfari frá fyritøkum

Nú kunnu fyritøkur lata ávíst avlopstilfar, so sum vindeygu og hurðar, beinleiðis til Dugna uttan kostnað

Dugni á Hjalla
Sigurjón Einarsson
23. mai 2022 kl. 14:12

Nú hevur vinnan møguleika at lata ávíst avlopstilfar frá byggiverkætlanum, so sum hurðar og vindeygu, beinleiðis inn til Dugna uttan kostnað. Hetta hevur frammanundan verið ein kostnaðarmikil avbjóðing.

Alt, sum verður latið til Dugna, fer til vælgerandi endamál. Avlopstilfarið vil geva arbeiðsuppgávur til fólk í arbeiðsfremjandi tiltøkum, og øll inntøkan fer til at stuðla arbeiðinum hjá Dugna.

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.

Dugni hevur, í samstarvi við IRF og Tórshavnar kommunu, innsavningarstøð á endurnýtsluplássunum kring Føroyar, men møguleiki er somuleiðis fyri, at Dugni tekur ímóti tilfari beinleiðis frá byggifyritøkum. Hetta er tilfar, so sum hurðar, karmar og vindeygu, sum Dugni hevur møguleika at umsita og selja í Tinghúsinum á Hjalla og Tinghúsinum í Klaksvík.

Bæði Tórhavnar kommuna og IRF arbeiða við ætlanini við at gera eina endurnýtslumiðstøð ella skiljihøll, har alt avlopstilfar frá byggiætlanum kann verða skilt og goymt til onnur at fáa gagn av. Enn er tó ikki komið á mál við hesum ætlanunum.

Fyritøkur kunnu lata tilfarið beinleiðis til Dugna við at seta seg í samband við avvarandi deildarleiðara á Hjalla: Allan Mørkøre á telefon 292974, á Kambsdali/ Klaksvík: Torgerð Hansen á telefon 292990 og í Suðuroy: Eyðstein Jakobsen á telefon 292995.

Móttøkan hjá Dugna á Hjalla

Móttøkan hjá Dugna í Klaksvík

Móttøkan hjá Dugna í Suðuroy

Leys Størv