Durita varð skift inn og skoraði

Eftir 3-1 tap í dag ímóti HB Køge fyrireika KÍ kvinnurnar seg at flúgva heim at halda fram í landskappingini og steypakappingini

Jóannes Hansen
9. september 2023 kl. 13:31

Seinni dysturin  í europeiski meistarakappingini á hesum sinni hjá KÍ er av. Í fagrasta summarveðri á Køge stadion vann heimaliðið HB Køge 3-1 ímóti KÍ. Hálvleiksstøðan var 3-0.

HB Køge skoraði øll trý málini eftir hornaspørk. Tey bæði fyrru skoraði fremsti álopsspælarin Cornelia Kramer í 14. og 16. minutti, og tað síðsta skoraði miðvallarin Maria Uhre í 33. minutti.

Beinanvegin eftir steðgin varð Durita Hummeland skift inn á KÍ liðið, og tað var hon, sum eitt stórt korter eftir steðgin minkaði um munin til 3-1. Á sama hátt sum málini hjá heimaliðnum, so varð KÍ málið eisini skorað eftir deyðbólt.

Tølini siga, at HB Køge vann 11 hornaspørk, og at KÍ vann eitt hornaspark. HB Køge hevði 19 royndir á og við síðuna av KÍ málinum, og KÍ hevði tvær royndir ímóti HB Køge málinum.

KÍ kvinnurnar rigga nú av. Tær hava longu tryggjað sær FM heitið og harvið luttøku í Champions League um eitt ár. Fyrsti dystur í landskappingini verður næsta sunnudag ímóti Víkingi á útivølli. KÍ hevur vunnið seg í steypafinaluna, sum verður leygardagin 7. oktober ímóti NSÍ.

Klokkan 15 verður finalan í Champions League bólkinum, tá ið serbiska Spartak Subotica og finska KuPS Kuopio hittast á Køge stadion.

 HB Køge – KÍ 3-1 (3-0)

1-0: Cornelia Kramer 14.

2-0: Cornelia Kramer 16.

3-0: Maria Uhre 33.

3-1: Durita Hummeland 61.

KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Lóa Samuelsen, Birgit Ryan, Vár Johannesen, Tórun H. Joensen – Malena Olsen (Rannvá B. Andreasen, 82.), Jancy Mohr, Eyðvør Klakstein – Tóra Mohr (Jórun Patawary, 69.), Rebekka F. Benbakouro, Maria V. Johansen (Durita Hummeland, 46.)

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Kata Fanni Turi, Ragna B. Patawary, Malena Josephsen, Sanna Svarvadal, Elspa Maria Zachariasen, Marjun Hjelm, Lena Maria Joensen

Venjari: Kristoffer Kvistgaard