Durita Vidtfeldt og Bjørk Akselsen á danating

Í næstum fara Durita Vidtfeldt og Bjørk Akselsen, sum ganga í 9. flokki í Skúlanum á Giljanesi, til Danmarkar, har tær skulu vera við í ungdómstinginum á Christiansborg

Sigurjón Einarsson
20. januar 2023 kl. 12:57

Tað er síðst í hesum mánaðinum, tann 30. januar, at Durita Vidtfeldt og Bjørk Akselsen, ið ganga í 9. flokki i Skúlanum á Giljanesi, til Danmarkar, har tær skulu vera við í ungdómstinginum á Christiansborg.

Tað skrivar Skúlablaðið.

Durita Vidtfeldt og Bjørk Akselsen hava eitt uppskot við sær til ungdómstingið, og tað uppskotið snýr seg um at fáa ein undirvísingartíma, sum skal eita “tú & eg”.

Innihaldið í tímanum verður at læra um tað, næmingarnir duga væl og minni væl, ymisk lyndiseyðkenni og um hvønn annan.

- Á henda hátt fara børn og ung at duga betur at góðtaka seg sjálv og megna at standa ímóti, tá ið okkurt gongur teimum ímóti í støðum, tá nógv trýst er, siga tær í uppskotinum.

Tær vísa á, at í Finnlandi er undirvísing í positivum hugsanarhátti, har børn læra um egna styrki og lyndiseyðkenni. Kaisa Vuorinen gongur á odda fyri hesum námsfrøðiliga arbeiðnum.

Durita og Bjørk eru sannførdar um, at børn og ung, sum kenna sína egnu styrki og seg sjálv, megna betur at takkla lívið á einum góðan og positivan hátt.

- Vit halda, at fólkaskúlin, soleiðis sum vit kenna hann við foreldrasamstarvi og trivnaðararbeiði, saman við positivum hugsanarhátti fer at gera børn og ung til betri næmingar, sum verða glaðari og minni strongd menniskju. Okkara lógaruppskot fer tí at hjálpa børnum og ungum sleppa undan strongd, tí tey verða betur før fyri at megna strongdina í gerandisdegnum og skúlanum og krøvunum um fakligheit og avrik.

Tær vísa til eina kanning, sum Statens Institut for Folkesundhed gjørdi í 2017, sum vísir, at 36,3 prosent av kvinnum og 18,2 prosent av monnum í aldrinum 16-24 ár gerast strongd. Orsøkin til strongdina er millum annað Angist fyri at avrika, krøv frá lærarum, familju og vinum...

- Okkara uppskot fer at hjálpa ungum at góðtaka egna styrki og avmarkingar, og tí verða tey ikki so lættliga ávirkað av krøvum frá øðrum, tí tey fara at hava eina sunnari og positivari sjálvsmynd. Tað er eisini okkara sannføring, at tilgongdin til skúla og undirvísing, sum okkara uppskot leggur upp til, fer at broyta mentanina í fólkaskúlanum og harvið leggja dent á læring og trivnað í staðin fyri avrik og próvtøkur, siga tær báðar til skúlablaðið.

Kelda: Skúlablaðið