Dysturin millum B36 og Víkingur eisini útsettur

Nú er greitt, at seinna hálvfinalan millum B36 og Víkingur nú eisini er útsett vegna frost - hóast hiti er í vøllinum

Sigurjón Einarsson
27. november 2021 kl. 15:35

Tað er komið óvart á vallarvørðin á Tórsvølli, at tað er frost í veðrinum.

B36 skrivar nú, at seinna hálvfinalan millum B36 og Víking nú eisini er útsett til mánadagin. Orsøkin er frostur í vøllinum

Tað er ikki ein møguleiki at nýta hitan í vøllinum, tí hetta skal tendrast tríggjar dagar undan dystinum, umframt at hetta hevur munandi útreiðslur við sær, so trýst verður ikki á hendan hiti-knøttin.

Dysturin verður - eins og í Runavík - ístaðin mánakvøldið klokkan 18.