Edmund stillar ikki upp aftur til Fólkatingi

Tá fólkatingsval verður skrivað út næstu ferð, verður tað ikki við Edmundi Joensen á atkvøðuseðlinum. Eftir 34 ár á politiska vígvøllinum, hevur hann avgjørt ikki at stilla upp aftur

Sigurjón Einarsson
23. mai 2022 kl. 21:43

Tá hann fór inn í politikk, var tað mest sum av tilvild. Hann varð valdur í Løgtingið fyri Sambandsflokkin á fyrsta sinni í 1988, og síðani hevur hann røkt allar politiskar sessir í Føroyum - sum løgtingsmaður, floksformaður, løgmaður og løgtingsformaður. Seinastu árini hevur hann harafturat verið fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Eftir meira enn 34 ár á politiska vígvøllinum, hevur Edmund Joensen avgjørt ikki at stilla upp aftur til Fólkatingið. Hann gevst sostatt í politikki, tá fólkatingsval verður útskrivað aftur, men fer at halda fram við fólkatingsarbeiðinum til úrslitið av valinum liggur klárt.

- Tað er ikki sørt, at tað er við eitt sindur av sorgblídni, at eg havi tikið avgerðina um ikki at stilla upp aftur. Politikkur hevur fylt øgiliga nógv í lívinum hjá mær, men nú haldi eg, at tíðin er komin til, at onnur sleppa framat. Eg havi so ríkiliga tænt mína politisku skyldu, og eg havi nokk at taka fatur í uttanfyri Christiansborg, sigur Edmund Joensen í einum tíðindaskrivi.

Lívsrensl hjá Edmundi Joensen:

Á Fólkatingi:

- Fólkatingslimur frá 5. juni 2019

- frá 2007 – 2015

- frá 1994 – 1998 har hann ikki tók sæti, tí hann var løgmaður.

Á Fólkatingi er Edmund formaður í Føroyanevndini og næstformaður í Arktisku Delegatiónini frá Harafturat er hann limur í Det Udenrigspolitiske Nævn, í Grønlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum

Í Løgtinginum:

- Løgtingsformaður frá 2002-2008

- Tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum frá 1998-2002 og frá 1990-1994.

- Løgmaður frá 1994-1998

- Formaður í Sambandsflokkinum, 1991-2001

- Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, 1988-2011 og aftur frá 2015-2019

Í vinnulívinum:

- Stjóri í O.C. Joensen, 1970-1994.

- Virkisleiðari í P/F Fiskaaling á Oyrarbakka, 1978-1990

Viðurkenningar

Edmund Joensen gjørdist riddari av Dannebrog í 1995, riddari av 1. stigi av Dannebrog í 1997 og fekk kommandørkrossin av Dannebrog í 2005.

Edmund Joensen er 77 ára gamal og giftur við Edfríð Joensen. Tey bæði búgva á Oyrarbakka.