Edward Snowden er nú russiskur ríkisborgari

Eftir at hann hevur verið í útlegd í Russlandi í nærum tíggju ár, hevur amerikanski KT-tøknningurin, sum í 2013 gjørdist alheimskendur fyri at almannakunngera loynilig skjøl hjá amerikonsku fregnartænastuni, fingið russiskan ríkisborgaraskap

Edward Snowden hevur búð í Russlandi síðan 2013. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
27. september 2022 kl. 14:10

Edward Snowden hevur hildið til í Russlandi síðan 2013, og nú hevur hann fingið russiskan ríkisborgaraskap. Hetta skrivar Reuters.

Tann nú 39 ára gamli Snowden var amerikanskur KT-tøkningur og varskógvari. Hann flýddi undan USA í 2013, eftir at hann lak loynilig skjøl hjá amerikonsku fregnartænastuni í 2013.

Tá USA stevndi Snowden, var hann staddur í Hong Kong. Amerikanskir myndugleikar vildu hava hann útflýggjaðan úr Hongkong. Hann flýddi síðan til russiska høvuðsstaðin, har hann helt til á flogvøllinum í fleiri vikur, inntil hann fekk innferðarloyvi í eitt ár í Russlandi.

Uppihaldsloyvið var síðan longt, og nú næstan tíggju ár seinni er hann vorðin russiskur ríkisborgari.

Síðan hann flýddi til Russlands hevur USA roynt at fingið útflýggjaðan, so hann kann vera stevndur fyri njósning.