Eg koyri teg - tú koyrir meg

November er farin at halla og áðrenn vit vita av, er desember til reiðar við jólahugna og veitslulag. Jólaborðhaldini eru tó longu byrjaði og tí er eisini hóskandi at minna á, at vit øll kunnu fyribyrgja rúskoyring

Tíðindaskriv frá Ráðið fyri Ferðslutrygd
25. november 2022 kl. 18:50

Saman við Betri Trygging og Trygd fara vit hetta til nýggjárs at fremja átak at steðga rúskoyring. Hetta verður gjørt við filminum ”Eg koyri teg, tú koyrir meg”, sum verður vístur í sjónvarpi, portalum og sosialum miðlum. 

Tá tað kemur til at fyribyrgja rúskoyring, hevur tað avgerðandi týdning, at vit hjálpa hvørjum øðrum at koma trygt heim.

Í lýsingarfilminum ’Eg koyri teg – tú koyrir meg’ hava tey í vinarbólkinum hjá Brynhild longu gjørt eina avtalu um júst hetta við at koma trygt heim:

- Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg. Tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiðir Brynhild frá.

Hugburðurin til rúskoyring er tíverri versnandi
Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini. Kanska serliga eftir at promillumarkið varð sett niður úr 0,8 til 0,2. Men sum heild eru fólk meiri tilvitaði um ferðslutrygd. Og rúsur og bilkoyring verður sum heild ikki góðtikin. Heili 98 prosent av føroyingum siga sostatt at tey koyra ongantíð rúsaði. 

Í feskari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, síggja vit tó, at hóast flest øll siga, at tey ongantíð koyra rúsaði, so er talið ikki eins høgt, tá vit spyrja, hvat tey meta at fólk sum heild góðtaka. 

Meðan 98 prosent siga, at tey ongantíð koyra rúsaði sjálvi, so siga einans 79,6 prosent, at rúskoyring verður ikki góðtikin millum fólk sum heild. Til samanberingar var hetta talið 85,5 prosent í 2020 og 87,3 prosent í 2019.

Hetta er eitt rák í hugburðinum, sum kanska sæst aftur í, at vit javnan hoyra um, at bilførarar verða tiknir við promillu í blóðinum. Harafturat er rúskoyring orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni, vísa tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2022 týdningarmikið at tosa um at fyribyrgja rúskoyring! 

Ger títt til at steðga rúskoyring:

  • Avtala hvør koyrir heim, áðrenn tit fara í býin.

  • Hugsa um leskilig alkoholfrí alternativ til tey, sum skulu koyra heim.

  • Bílegg ein hýruvogn, tak bussin, ella gang til hús.

  • Sig frá, um tú varnast onkran, sum ætlar sær í bilin, eftir at hava drukkið.

  • Um hann/hon kortini koyrir: ring til politiið á 351448

Átakið heldur fram hetta til nýggjárs og løgreglan ger rúskanningar, meðan átakið er.

Lovisa Petersen Glerfoss

RFF