

Cristiano Ronaldo, sum fyllir 40 ár í morgin, 5. februar, hevur havt eina langa samrøðu við sponsku sjónvarpsrásina La Sexta, har hann tosaði um eina røð av evnum: lív sítt í Saudi Arabia, síni sjónarmið um Saudi Pro League (sum hann heldur er betri enn MSL), ferð hansara úr Real Madrid (hann metir tað framvegis vera sítt heim og sítt yndisfelag), hansara framtíð (hann vil ikki vera venjari men kundi verið felagseigari), hansara samband við Messi, sum hann lýsir sum eina “sunna kapping".
Men sitatið, sum gongur runt, er tá hann lýsir seg sjálvan sum "besta leikaran nakrantíð".
- Eg haldi meg vera tann mest fullkomna leikaran nakrantíð. Tað er mín meining. Eg geri alt í fótbólti, eg eri ein góður skallari, eg skjóti góð fríspørk, eg dugi væl við vinstra fóti, eg eri skjótur, eg eri sterkur, eg hoppi. Um tær dámar Messi, Pelé, Maradona, so skilji og virði eg tað, men tað er lygn at siga, at Cristiano ikki er fullkomin. Satt at siga, so síggi eg ongan betri enn meg.
Cristiano vil ikki tosa (enn) um at skora 1.000 mál.
Cristiano tosaði eisini um sína pensión: Hann veit, at hon kemur, men hann følir, at hann framvegis kann gera mun "eitt ella tvey ár afturat", og sigur seg liva í løtuni. Tað hevur verið tosað um møguleikan fyri, at hann kundi skorað 1.000 mál, sum vildi gjørt hann til tann einasta leikaran, sum hevur skorað tað talið (hann er longu toppskjútti við 923 málum, har tvey mál vórðu skorað í gjárkvøldið við felagnum Al- Nassr).
- Fólk øsa meg upp um hasi 1.000 málini. Eg skori nógv mál, men fólk tykjast bara at tosa um, at 'tað eru 85 eftir'. Tað dámar mær ikki. Tað skal henda natúrliga. Um tú skorar 920 ella 930 mál. Eg eri tann besti í søguni at skora mál. Um eg røkki 1.000, so er tað ótrúliga flott. Eg veit ikki um eg fari at náa so nógv mál um eg einaferð vakni ómotiveraður. So er tað betri at liva í løtuni enn at hugsa langt fram í tíðina. Tá virðismetir tú kappingar meira.
Hann hevur kanska tíð, um hann megnar at halda ferðina í løtuni. Hann hevur skorað 50 mál sum 39 ára gamal. Og eitt HM fyri framman, hóast hann er óvissur í um hann fer at teljast millum leikararnar.
- Tað er eitt hálvt ár eftir til HM, og tað er so nógv onnur ting, sum henda áðrenn tað. Eg vil fegin, men eg gangi ikki og fylli allar mínar tankar við tí.