Ein áskoðari hjá Luksemborg bleiv vístur av stadion

Til landsdystin millum Føroyar og Luksemborg fyrrakvøldið bleiv ein luksemborgskur áskoðari vístur av stadionøkinum. Hetta, ti hesin ikki rættiliga dugdi sær hógv á áskoðaraplássinum

Luksemborg hevur júst lagt seg á odda 1-0, men ikki allir áskoðararnir hjá Luksemborg dugdu sær hógv (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
9. juni 2022 kl. 12:37

Fyrrakvøldið fekk Luksemborg í fjórðu royndini fulla úrtøku móti føroyingum, tá Luksemborg vann 1-0 á Tórsvølli.

Tað vóru einir hálvthundrað luksemborgskir áskoðarar á Tórsvølli til landsdystin, og teir vóru sum vera mann glaðir fyri sigurin móti føroyingum.

Áskoðararnir úr Luksemborg vóru mælskir stóran part av dystinum, men tað vóru nakrir heilt fáir, ið ikki heilt dugdu sær hógv á áskoðaraplássunum, og tað kom serliga til sjóndar, tá støðan við reyða kortinum hjá Sølva Vatnhamar tók seg upp, sum eisini var beint við, har áskoðararnir hjá Luksemborg hildu til.

Gilli Rólantsson og luksemborgski málskorarin, Gerson Rodrigues, stóðu og kjakaðust eitt sindur um støðuna, eftir at Sølvi hevði givið einum mótstøðuleikara albogan í bringuna í samband við eitt innkast, tá eitt øl-plastikkkrúss verður tveitt inn á vøllin - sum at síggja til rakar Gilla í ryggin. Vaktir komu á staðið og tóku mannin burtur av áskoðaraplássunum.

Løgreglan bleiv síðan boðsend í samband við burturvísingina av áskoðararanum.

– Vit tóku mannin til síðis, meðan tær bandaðar upptøkurnar av støðuni vórðu hugdar ígjøgnum, og talan var um sama mannin. Tilburðurin er skrivaður upp, skrásettur og sendur til UEFA, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn við Dimmalætting.

Maðurin varð síðan vístur av station-økinum, og fekk ikki møguleika at koma inn aftur at síggja restina av dystinum.

Løgreglan sigur, at hon ger ikki meira við málið.

– Málið er leyst og liðugt fyri okkara viðkomandi, so nú er tað upp til UEFA, um fótbóltssambandið í Luksemborg fær eina bót ella ikki fyri tilburðin, sigur vakthavandi.