Skulu vit, stig fyri stig, góðtaka, at ein av elstu og mest eyðkendu føroysku siðvenjunum spakuliga hvørvur? Tað er spurningurin, Fróði Magnussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, setir.
Og tí hevur hann spurt, Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann fiskivinnumálum, hvørja støðu hann hevur, ella um hann ætlar at gera nakað við tað.
Tað, Fróði Magnussen hugsar um, er tann vanligi, siðbundni útróðurin við smærri bátum.
Hann minnir á, at tá ið fiskidagaskipanin varð sett í verk, fingu smærri útróðrarbátarnir 22.000 fiskidagar. Men síðani tá er talið á fiskidøgum áhaldandi skert og í var tað komið niður á 6.808 dagar.
– Hetta svarar til eina lækking upp á meira enn 15.000 dagar ella 70 staðfestir Fróði Magnussen.
– Útróður hevur verið ein natúrligur partur av føroyska samfelagnum so langt aftur, sum vit kenna okkara søgu, sigur løgtingsmaðurin.
– Áðrenn stóra føroyska fiskivinnan varð ment, var tað útróðurin, sum helt lív í nógvum bygdum og gav familjum eitt íkast til lívsgrundarlagið, leggur hann afturat.
Men hann heldur eisini, at útróður er meira enn bara vinnuligt virksemi, tí hann er eisini ein týðandi partur av føroyskari mentan og okkara samleika.
– Útróður er, eins og seyðahald, og aðrar gamlar føroyskar siðvenjur, við til at knýta ættarlið saman.
– Kunnleiki, royndir og siðir verða latin víðari frá eldri til yngri tvørtur um ættarliðini, og útróðurin hevur verið ein felags áhugi, sum bindur familjur og ættarlið saman.
Fróði Magnussen sigur, at tá ið fiskidagatalið er skert 70 prosent, er ringt at síggja tað sum annað enn at møguleikarnir hjá hesi vinnu eru munandi versnaðir.
Tað vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu stórur partur av fiskidøgunum verða brúktur upp á heilt smáar avreiðingar.
Tí heldur hann, at støða eigur at verða tikin til, har eitt mark verður sett á, hvussu nógv ein útróðrarbátur kann avreiða, uttan at missa fiskidagar.
Tað vil siga, at eitt minstamark verður sett á, hvussu nógv ein bátur skal avreiða fyri at skal telja við, tá ið fiskidagarnir verða taldir..
– Spurningurin er tí, um politiski viljin framvegis er til staðar at varðveita og menna hesa rótføroysku vinnuna og mentina, ella um vit, stig fyri stig, góðtaka, at ein av elstu og mest eyðkendu føroysku siðvenjunum spakuliga hvørvur, sigur Fróði Magnussen.
Tí spyr hann landsstýrismannin, hvussu nógvar avreiðingar hava verið higartil í ár, har vektin var undir 300 pund, og hvussu nógvir fiskidagar eru taldir upp á tað.
Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at seta eitt minsta mark fyri, nær ein avreiðing telur við - ella um at geva útróðrarbátunum fleiri dagar?